Uppgáva skótans at hjálpa fólki og vekja ans fyri náttúruni hevur ongantíð áður í søgu menniskjans verið so viðkomandi at taka á seg sum nú. Í dag er tað t.d. eingin sjálvfylgja, at vit fáa fríska luft at anda niður í okkum ella mat, sum ikki á onkran hátt er heilsuskaðiligur
GRÆKARISMESSURØÐA
Vár í Ólavsstovu
Í dag bjóða vit tjóðfugli okkara, tjaldrinum, vælkomnum aftur úr fjarum londum. Koma tjaldursins boðar frá ljósari tíðum, boðar frá summari og sól. Vit fegnast eftir myrka veturin, at nú ber móti ljósari tíðum. Tjaldrið ? hesin vakri fuglur, sum einki óttast og sum tekur dystin upp við rovfuglin ? er við sínum lívstreysti vorðin natúrliga valið til tjóðfugl okkara. Og tað virði, sum Nólsoyar Páll hevur givið tjaldrinum í Fuglakvæðnum man eisini hava stuðlað hesum vali. Nólsoyar Páll nýtti tjaldrið sum mynd um seg sjálvan, tá hann skuldi lýsa tað órættvísi, sum danski myndugleikin framdi móti øllum framburði í hesum landi. Tjaldrið tekur í Fuglakvæðnum stríðið upp móti rovfuglunum, sum ímynda donsku, korruptu embætismenninar, og móti krákuni, sum umboðar føroyingin, sum smettar fyri donsku myndugleikunum, hvat tjaldrið fæst við. So føroyingurin, sum heldur vil tekkjast teimum ?stóru? og mótarbeiða sínum egnu, var eisini kent fyribrigdi á døgum Nólsoyar Páls, men eingin framburður og ávøkstur spurdist burturúr tí.
Framburðsmaðurin Sverri Patursson var tann, sum tók stig til at heilsa flytifuglinum væl heimafturkomnum, og alskur hansara og tilvit um tann týdning, sum náttúran hevur fyri okkum øll, kemur til sjóndar í stórum parti av skaldskapi hansara. Alsk hansara til fugl og náttúru og hansara ótroyttiliga stríð fyri framburði í hesum landi ? bæði fyri fólk og fæ ? stendur grækarismessan sum ímyndin fyri. Hon ímyndar somuleiðis tær bjørtu vónir, sum vit øll kenna, nú myrki veturin má lúta fyri ljósinum.
Mál og mentan, sjálvbjargni og treysti eru eingin sjálvfylgja. Tað krevur miðvíst arbeiði, krevur hollan kunnleika og eitt sjálvsvirði, sum javnsetir okkum við borgarar í øðrum tjóðum. Úti í heimi sita fólk full av undran og virðing fyri, at so fáment tjóð hevur megnað og megnar at varðveita, lívga og fjølga um egið mál, egnar bókmentir og egna mentan. Altjóðagerðin, sum eyðkennir tíðina vit liva í, ber í sær, at smáu málini og smáu mentanirnar sum sjáldan áður eru hótt. Vit kunnu eyðvitað lata standa til, men tá skaðin er hendur, er sjáldan nakar vegur aftur; og betri er at binda um heilan fingur. Vit eiga at geva okkara unga fólki málið í varðveitslu, og vit vaksnu mugu kenna ábyrgd fyri, at málið og mentanin verða handað eftirkomarum okkara í góðum ella helst betri standi, enn vit arvaðu tey!
Tað áræði, sum ungdómur okkara vísir okkum hvønn einasta dag, bæði við at taka av teimum avbjóðingum, sum kunningarsamfelagið setur, og við tí treysti, tey fara í holt við at leggja undir seg nýggj øki, bæði geografiskt og intellektuelt, ber okkum boð um ein upplýstan ungdóm, sum stirðil er í og sum tekur ábyrgd. Ungdómurin er framtíð okkara og eitt land, sum ikki ger íløgur í sín ungdóm, hevur onga framtíð. Ongantíð áður hevur heimurin ligið so opin fyri tí uppvaksandi ættarliðnum. Elektróniska samskiftið setur borgaran í minstu bygdini í Føroyum ájavnt við borgaran í milliónabýnum. Tað at búgva í Føroyum er ikki longur ein geografisk avmarking í sjálvum sær, tí globali, elektróniski alfaravegurin er algongdur hjá øllum teimum, sum vilja verða borgarar í hesum heimssamfelag. Í hesi altjóðagerð er tó ómetaliga umráðandi ikki at gloyma sín uppruna, at virða tey, sum undan eru farin, og læra av teirra lívsroyndum, tí alt gott um tøknilig framstig og altjóðagerð, men í kjalarvørrinum á teimum lúrir rótloysi, sum á mangan hátt skapar eitt asosialt og einsamalt menniskja. Hetta er nakað, vit enn ikki hava merkt so nógv til hjá okkum, men sum er vaksandi trupulleiki í størri londum.
Tjóðskaparkensla og at hava visiónir og dreymar eru ikki móti í tøkniliga heimssamfelagnum. Hesi virði, sum hava givið fólki, samfelagsbólkum og tjóðum lívsvirði og treysti at stríðast fyri tí, sum hevur verið teimum lívsneyðugt og kært, eru dømd deyð at verða á tøkniliga alfaravegnum. Globaliseringin brýtur niður landamørk og annan skilnað og á tøkniligi alfaravegnum er tað einstaklingurin, sum vinnur longst fram á leið. Í tí heiminum ert tú ikki føroyingur, men heimsborgari.
Ongantíð áður hevur verið so neyðugt, at hvørt einstakt menniskja følir ábyrgd fyri altjóða samfelagnum og teirri klótu, vit búgva á, tí dálkingin og ovurnýtslan av náttúruríkidøminum hóttir tilverugrundarlag okkara hvønn einasta dag, men, tí tað er eitt men, í altjóðagerðini hava røturnar og samleikin lyndi til at hvørva. Og í avsosialiseringini hvørvur menniskjavirðið og virðingin fyri hvør øðrum sum menniskju. Individualiseringin hevur úti í heimi ført við sær, at fólk gerast isolerað og kenna seg einsamøll og lítilsverd. Tey kenna betur stjørnuna á sjónvarpsskíggjanum, lívið hjá einum kendum sjónleikara ella politikara enn tey kenna sín egna granna. So er ikki hjá okkum enn, og vit mugu vóna, at hetta heldur ikki verður geradisdagurin úti í framtíðini. Famtíðin kemur ikki av sær sjálvari, sigur eitt av skaldum okkara. Vit mugu hvør í sínum lagi gera okkara til, at framtíðin hevur meira at bjóða av góðum enn av ringum. Vit mugu í størri mun spyrja okkum sjálv, hvat kunnu vit gera fyri samfelagið og ikki bara spyrja, hvat samfelagið kann gera fyri okkum. Vit eru jú samfelagið og samfelagið verður, so sum borgarin í samfelagnum vil, at tað verður. Í Føroyum hava vit enn varðveitt virðingina fyri ættini, familjuni, vinunum, grannunum, skúlafeløgunum og arbeiðsfeløgunum. Latið okkum halda á við tí, sjálvt um vit ikki altíð eru so samd, tí virðingin fyri hvør øðrum byggir fyrst og fremst á at góðtaka, at fólk kunnu hava onnur lívsvirði, aðrar hugsanir og annan lívsstíl enn vit sjálv. Hesi virði eru hornasteinurin undir einum fjølbroyttum og pluralistiskum samfelag, sum eitt og hvørt demokratiskt samfelag átti at bygt á. Sum lítil tjóð mugu vit eisini leggja okkum í geyma, at standa vit ? hóast ikki fullsamd ? sum ein rødd mótvegis umheiminum, so standa vit stinnari og koma longur fram á mál. Øllum øðrum kann ein sterkari mótpartur gera sær dælt av!
Vit eiga sum føroyingar at virða okkara egna, sum tó á ongan hátt eigur at merkja, at vit lítilsvirða og halda hánt um tað, sum er øðrum kært. Tvørturímóti er tað vegurin at skilja og virða onnur. Virðingin fyri øðrum gongur gjøgnum sjálvsvirðingina. Vit mugu ikki sum fólk standa við húgvuni í hondini og biðja um okkara sjálvsagda rætt. Uppaftur minni mugu vit lata okkum kúga, har vit vita, at vit hava allan rættin. Slík framferð skapar onga virðing, hvørki fyri okkum sjálvum ella øðrum.
Kunningarsamfelagið er veruleiki. Broytingar henda skjótt og eru víðfevndar eftir ongari tíð. Hetta setur ómetalig krøv til hvønn einstakan okkara at fylgja við tí, sum hendir. Og sjáldan hevur tørvurin á einum góðum og nýtíðarligum skúla verið so stórur sum nú. Fáir samfelagsbólkar hava so stóran týdning fyri trivnað og framburð í einum samfelag sum lærarin, sum ósjálvsøkin og eftir besta førimuni leggur í tað uppvaksandi ættarliðið vitan og førleika til at taka upp arvin eftir tey, sum undan fóru. Øktu krøvini, sum samfelagið setur skúlaverkinum, bera í sær øktar byrðar á einstaka læraran, og tað er eingin sjálvfylgja, at hann tekur á seg hesar byrðar. Í dag merkja vit ein vaksandi læraratørv og í londunum uttan um okkum rýma lærarar úr skúlaverkinum. Vit eiga tí sum foreldur og samfelag at seta stóran prís upp á tað arbeiði, sum dagliga verður gjørt í skúlunum, og streingja á samfelagið at geva hesum samfelagsbólki so góðar arbeiðumstøður sum gjørligt, tí ein góður skúli er fyritreyt fyri einum sunnum og góðum samfelag.
Tøknin og framburðurin hava alt týðiligari leiklut í samfelagsgongdini og ilt er hjá vanligum fólki at fylgja við í tí, sum hendir. Gentøkni og teir møguleikar, hon hevur, seta ómetaliga stór krøv til bæði moral og etikk. Gentøkni og økt vitan hava sjálvsagt sera stóran týdning í strembanini eftir at lekja og sleppa undan deyðiligum sjúkum, men teir møguleikar, hon gevur at velja út og manipulera, eru ræðandi; tí mugu vit vera á varðhaldi, so fagri nýggi heimurin ikki gerst samfelagið fyri tey úrvaldu. Eisini náttúran kann koma at líða undir teimum genmanipulatiónum, sum verða settar út í hana, tí uttan mun til, hvussu langt vísindini kunnu fáa tamarhald á náttúruni, so fer náttúran uttan iva altíð at finna sínar egnu leiðir, og vit vanligu borgarar í heimssamfelagnum mugu so bara vóna, at stýring menniskjans av náttúruni ikki endar í ræðuleikum og oyðileggingum.
Uppgáva skótans at hjálpa fólki og vekja ans fyri náttúruni hevur ongantíð áður í søgu menniskjans verið so viðkomandi at taka á seg sum nú. Í dag er tað t.d. eingin sjálvfylgja, at vit fáa fríska luft at anda niður í okkum ella mat, sum ikki á onkran hátt er heilsuskaðiligur. Blindi vakstrartankin og trároynd menniskjans av náttúruni hava elvt til, at jørðin ikki megnar at breyðføða allan heimin. Tær sjúkur, sum í hesi løtu herja neyt og seyð í Evropa eru tekin um, at trároynd menniskjans av náttúrutilfeinginum kann hava óhugnaligar fylgjur. Globaliseringin hevur eisini havt tær fylgjur við sær, at tú ikki longur kanst ábyrgda einstaklingar fyri tær oyðileggingar, sum dálking og óheppin troyting av náttúruni hava við sær, og tí líða vit øll undir tí og gerast partar av tí. Uppgávan hjá okkum øllum er at skapa virðing fyri náttúruni og samfelagnum, bæði í tí stóra og í tí smáa, og sjálvt um vit mangan kunnu loyva okkum at ivast, um slíkt arbeiði munar nakað, og hvussu væl fólkaræðið virkar, so hava sterkar røddir í fólkinum framvegis ávirkan á, hvørjar politiskar avgerðir verða tiknar.
At enda fari eg at takka skótunum og Havnar Hornorkestri fyri, at tey trúliga á hvørjum ári skipa fyri haldum sum hesum og á tann hátt halda okkum føstum við tann týdning, sum náttúran og sosiali felags-skapurin hava og eiga at hava fyri okkum øll.
Bjarta framtíð og gott summar. Takk fyri!
?