Eingin tekur Erlu

Fimm bátar luttóku í hesi kappingini. Havfrúgvin og Blikur kappaðust um at sleppa undan aftasta plássinum. Ta kappingina vann Havfrúgvin við einari bátslongd.

Í hinum endanum vóru tríggir bátar við í kappingini um sigurin.

Bæði Drekin og Firvaldur bjóðaðu seg fram beinanvegin, og leingi var tað tætt og spennandi.

Men í endaspurtinum var einki at rafla um. Erla Kongsdóttir tók seg stútt og støðugt frá kappingarneytunum, og tá ið grøni bátuin fór um málið, var hann meiri enn hálva bátslongd frammanfyri Firvald, sum var skutin frammanfyri Drekan.

Erla Kongsdóttir er fimm stig frammanfyri Drekan, sum er næstfremstur í FM kappingini, og tí ber illa til at ímynda sær annað, enn at Erla Kongsdóttir á Ólavsøku fer at taka ímóti FM steypinum. Aftur í dag vísti avrikið, at tað er ilt at taka Erlu Kongsdóttir!

 

 

1 Erla Kongsdóttir 05:06.20

2 Firvaldur 05:08.22

3 Drekin 05:09.02

4 Havfrúgvin 05:20.11

5 Blikur 05:23.01

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 34

2 Drekin 29

3 Firvaldur 26

4 Blikur 20

5 Havfrúgvin 16