Broytingingin er nú tann, at nú er tað lagt inn í fíggjarætlanina fyri 2026, so longu nú vita foreldur í Vági at einki ansingargjald verður kravt fyri juli og desembur komandi ár.
Vágs kommuna hevur gingið undan á hesum økinum í nøkur ár, tað er sera kærkomið hjá okkara foreldrum, at tey longu nú vita, at dagansingargjaldið er 10 mánaðir komandi ár.
Hinvegin er eisini gott, at síggja at fleiri aðrar kommunur gera tað sama sum Vágs kommuna í ár, men um tær hava langt tað inn fyri fíggjarætlanina komandi ár, kenna vit einki til.
Hettar er sera kærkomið hjá foreldrinum, tí jólamánaðin er sera kostnaðarmikil, sigur Levi Mørk formaður í Barna og Ungdómsnevndini hja Vágs kommunu.
At tey fáa hesa jólagávu í ár og eisini komandi ár, er jú framúr styrki fyri okkara barnafamiljur, endar Levi R Mørk.
Somuleiðis hækkar barnafrádráttur frá 6250 kr upp til 6500 kr
Øll fíggjarætlanini fyri 2026, kann lesast her.
https://vagur.fo/upload/tinymce/fd47d93a8dfcfe8211a6db0da78cfc404bb5f85b.pdf











