Einki FM til StÍF: Hatta var tað

StÍF hevði ein seinasta møguleika at blanda seg upp í FM stríðið, men uttan Svein Justinussen og Marius Joensen tapti strandingar fyri Neistanum í gjár. Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF, hevur nú mist vónaina um at koma í FM finaluna.

- Nú eru vit úti, tíverri. Høvdu vit vunnið í dag, so høvdu vit verið við aftur, men hatta var tað, staðfesti Alexandur Johansen eftir 24-20 ósigurin fyri Neistanum í høllini á Skála.
Tað byrjaði annars væl og StÍF kom á odda við fleiri málum. Eitt skifti var støðan 10-4 til strandingar, sum við nýggjari og ungari uppstilling fekk eina flúgvandi byrjan.
- Tað sá gott út tað fyrsta korterið, tá vit føra við einum seks málum. Tá sá tað út sum at vit fóru at koyra tað heim, men eg veit ikki hvat Neistin broytti, tí vit koma ikki gjøgnum verjuna hjá teimum eftir tað, sigur Alexandur Johansen.
Mikkjal Hansen stóð væl í málinum hjá Neistanum. Hann byrjaði eisini at gera fleiri bjargingar tá tað nærkaðist hálvleiki.
- Vit byrja ikki so væl, men so fáa vit skil upp á verjuna og fáa nøkur løtt mál. Tað er lætt at vera málmaður hjá okkum, tí øll skotini verða trýst tí verjan er so góð, at tað er lætt at lesa av hvar teir skjóta, greiður Mikkjal Hansen frá.
Undan dystinum var greitt, at Sveinur Justinussen ikki fór at vera við. Tað var vil til at geva neistamonnum eina vón um at endurtaka bragdið úr Vestmanna fyri viku síðan.
- Vit trúðu upp á tað undan dystinum, Sveinur Justinussen var ikki við og kanska trúðu vit for nógv upp á tað, tí vit vóru ikki klárir frá byrjan, sigur Mikkjal Hansen.
Heldur ikki Marius Joensen var nakað serligt at síggja á vøllinum. Hann kom seint í seinna hálvleiki, men tá var orkan og neyvleikin farin úr StÍF liðnum.
- Hetta er ein nýggj uppstilling hjá okkum. Fleiri av okkara eru skaddir, og møguliga orka hinir ikki eina heilan dyst. Tað er kanska ein forkláring, tí tá vit koma til møguleikar, so brenna vit. Og tað er tekn upp á at orkan er ov lítil. Marius hevur eitt hald í rygginum og fær ikki runnið ordiligt, sigur Alexandur Johansen.

Neistin omaná í seinna hálvleiki

StÍF var á odda 11-9 í hálvleikinum og tað var sum so ikki óvæntað. Men tíðliga í seinna hálvleiki fór Neistin av álvara at gera um seg.
- Teir fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki vóru ørkymlandi. Eg visti ikki ordiliga hvat eg skuldi finna upp á, tí eg hevði ikki so nógv at skifta út við. Vit broyta verjuna til eina 6-0 verju, og tað ger at skil kemur á verjupartin, men tað gongur framvegis ikki í álopsspælinum, og so kosta mótálopini dýrt, greiður Alexandur Johansen frá.
Neistin endar við at vinna rímiliga greitt, tá samanumkom.
- Nu mugu vit bara byggja víðari upp á tað vit hava. Tað er ikki eins áhugavert, men vit mugu bara halda fram, staðfestur venjarin hjá StÍF.
Við sigrinum hevur Neistin prógvað, at teir verða við í kappignini um stutt tíð. Teir skulu líka menna seg tað seinasta, so koma vit at síggja Neistan nærri oddanum heldur enn botninum.

[email protected]

H71 mundi fingið ein skelk

H71 vann í kvøld 25-19 á Team Klaksvík í Atlantic Airways deildini, men tá eitt korter restaði í var støðan 18-18. So mistu gestirnir úr Klaksvík, sum bara vóru átta á dómaraseðlinum, luftina og H71 vann.

Tróndur Arge

Ein minutt fyri hálvleik var Team Klaksvík á odda 13-12, men tvær villur og ein útvísing kostaði leiðsluna í hálvleikinum, har H71 var á odda 14-13.
Í seinna hálvleiki var Team Klaksvík við til helmingurin av seinna hálvleiki var farin. Tá tók H71 eitt time-out við støðuni 18-18. Tá sást á vøllinum, at gestirnir úr Klaksvík høvdu minni luft eftir enn hoyvíkingarnir.
- Eg merkti tað av álvara seianstu 10-15 minuttirnar. Tá orkaði eg ikki meir, sigur Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, sum gjørdist toppskjútti við tíggju málum.
H71 hevði rímuliga lætt spæl seinasta korterið. Team Klaksvík verjan bleiv mest sum hálað sundur, og so kundu menn sum Rógvi Sørensen og Rúni Højgaard bróta ígjøgnum og skora. Rógvi ásannar, at H71 onkuntíð tekur ov lætt upp á tær uppgávurnar, ið síggja lættast út.
- Vit hava fleiri ungar spælarar á liðnum og teir trúgva allir upp á seg sjálvar. Tað ger kanska, at vit undirmeta teir og ikki taka uppgávuna í álvara frá byrjan, men tað týdningarmiklasta er, at vit vunnu, sigur Rógvi Sørensen, sum spældi á miðjuni hjá H71.

Atlantic Airways deildin:
H71 – Team Klaksvík: 25-19 (14-13)
H71: Rúni Højgaard 5, Bogdan Florea 5, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 4, Sigmundur Dahl 2, Niels Viggo Niclasen 1, Tróndur Arge 1
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10, Heri Johnsson 3, Beinur Heðinsson 2, Zarko Pejovic 2, Jens Pauli Mohr 1, Andrias Ellingsgaard 1
Dómarar: Daniel Rapa og Niclas Nicalssen

StÍF – Neistin: 20-24 (11-9)
StÍF: Steinar Prestá 5, Allan Norðberg 4, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Pætur Joensen 1, Jákup Berthelsen 1
Neistin: Rógvi Nolsøe 6, Jugoslav Djumic 4, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 3, Kristjan Dulavík 2, Beinur Davidsen 2, Ári Rouch, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Støðan:

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 H71 17 469 421 48 22
3 VÍF 17 493 429 64 21
4 Kyndil 17 442 437 5 19
5 StÍF 18 438 421 17 17
6 Neistin 17 406 431 -25 14
7 Team Klaksvík 17 330 555 -225 0