Sosialurin hevði í seinastu viku eina fragreiðing um eitt herverk ella innbrot, sum hendi í Skopun týsnáttina.
Tað vísir seg, at hendingin var ikki júst soleiðis, sum konan í húsunum greiddi frá.
Rætt var, at ein 18 ára gamal fór til eini hús og breyt rútin í hurðini, men sambært politinum breyt hann ikki inn. Maðurin innanfyri læt sjálvur hurðina upp, sigur politiið.
Tann 18 ára gamli tók ikki um kvørkrarnar á inum manninum, sum frásagt.
Maðurin, sum framdi herverkið, varð førdur til Havnar. Hetta kom ikki av, at hann var illur í sær. Hetta var líka nógv at royna skipanina við, at Sandoyggin skal hoyra undir miðøkið hjá politinum.
Sosialurin harmast skeivu frásøgnina.