Tað endaði málleyst, tá ið HB seinnapartin hevði vitjan av Víkingi. Úrslitið ber við sær, at Víkingur framvegis er á fjórða plássi, og at tað framvegis eru trý stig aftur til HB, ið er á fimta plássi. Víkingur hevur 18 stig, og HB hevur 15 stig.
Hetta var triðja ferðin, at HB og Víkingur hittust í ár. Í triðja umfari vann Víkingur 2-1 í Sarpugerði, og í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið vann HB 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.
Seinna hálvfinalan varður hósdagin 25. juni í Sarpugerði í Gøtu.
Í dag var tað ikki stór tyngd í álopspartinum. Í fyrra hálvleiki hevði Víkingur tvær ferðir bóltin á træverkinum aftanfyri Bjart V. Mørk í HB málinum. Besta royndin var tað, tá ið Aron Benjaminsen royndi seg úr høgru, og bólturin brast í handara stólpan.
Fram ímóti dystarenda høvdu báðir partar góðar møguleikar at skora avgerandi málið. Innskifti Sølvi Vatnhamar var tætt við hjá Víkingi, og Ási P. Dam var tætt við at skorað fyri HB.











