Vertirnir settu punktum fyri kappróðrinum á norðoyastevnu við at vinna. Talan var um kappingina millum kvinnur í 5-mannaførum.
Sílið úr Havnar Róðrarfelag legði sera bragdliga fyri, og Sílið var meiri enn eina hálva bátslongd undan avbjóðarunum, áðrenn myndin broyttist heilt.
Fípan Fagra bjóðaði av, og Tjaldrið hjá Róðrarfelagnum NSÍ helt seg eisini framat. Tá ið Fípan Fagra hevði fingið stavnin framum var broytingin í myndini tann, at fjarstøðan frá Fípuni Føgru og aftur til hinar bátarnar øktist.
Róðrarlagið umborð á Fípuni var sera stútt og støðugt, og tá ið Fípan Fagnar fór um málið, fóru tað 7.23 sekund ella væl meiri enn tvær bátslongdir aftur til Tjaldrið, sum næstan var seks sekund frammanfyri Sílið.
|
1 |
Fípan Fagra (KRF) |
05:51.04 |
+00.00 | |
|
2 |
Tjaldrið (NSÍ) |
05:58.27 |
+07.23 | |
|
3 |
Sílið (HR) |
06:04.06 |
+13.02 | |
|
4 |
Teistin (AR) |
06:09.17 |
+18.13 |











