Einskiljingar
Verða tær almennu fyritøkurnar einskildar, soleiðis sum samgongan ætlar, fer tað at avskepla alt tað føroyska samfelagið.
Tað heldur Tummas Arabo.
Tummas Arabo er verkfrøðingur og hann var í nógv ár stjóri á Strandferðsluni. Hann hevur eisini verið bæði løgtingsmaður og landssýrismaður og annars hevur hann fylgt gjølliga við gongdini í føroyskum politikki í meiri enn eitt mannaminni.
Og á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum á Svangaskarði á Toftum hetta vikuskiftið, heitti hann staðiliga á flokkin um at forða fyri teimum einskiljingum, sum ætlanin nú er at fremja í næstu framtíð.
Annars er avgjørt í samgonguni, at bæði Atlantsflog, Føroya Fiskavirking og Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, skulu einskiljast í næstu framtíð. Men annars er heilt greitt, at tað gongur ikki long tíð, so verða bæði Føroya Banki, Føroya Tele og aðrar fyritøkur eisini einskildar.
Og tað eru eisini politiskar kreftir, sum enntá vilja einskilja bæði SEV og nýggja Smyril.
Men á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum kom fram, at tað er langt ífrá semja í flokkinum um hesar einskiljingar.
Eitt stórt bakkast fyri útjaðaran
Tann, sum ávaraði harðast ímóti ætlanini, var Tummas Arabo, sum sjálvur hevur royndir av at einskilja almennar fyritøkur.
Og tær royndir vóru so mikið beiskar, at verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, stúrir hann fyri gongdini í samfelagnum.
Verða tær almennu fyritøkurnar einskildar, merkir tað, at samfelagið Føroyar frameftir skal rekast út frá marknaðarligum treytum, har tað ikki verður politiska valdið, men fríu marknaðarkreftirnar, sum gera av, hvussu samfelagið skal mennast og útbyggjast.
Tummas Arabo er púra sannførdur um, at hetta verður eitt stórt bakkast fyri allan útjaðaran í Føroyum.
Hvør privat fyritøka vil eiga útjaðaran í Føroyum, spyr hann.
Hann svarar sjálvur : Ongin, tí har eru ongir pengar at forvinna og tað merkir, at útjaðarin fer ikki at verða mentur og útbygdur.
Tummas Arabo sigur, at tað eru á summum økjum, har tað er avgerðandi neyðugt at varðveita politiska ræðisrættin fyri at kunna tryggja, at politikarar ikki missa tamarhaldið á, hvussu samfelagið verður ment og útbygt
Verða almennu fyritøkurnar einskildar, fer tað sostatt at avskepla tað føroyska samfelagið, tí so verða Føroyar bara Suðurstreymoy og einki annað, avarar hann.
Ein hóttan ímóti samfelagnum
Upp undir landsfundin hjá javnaðarflokkinum, hevur spurningurin um einskiljingar verið til viðgerðar í Norðstreymoyar Javnaðarfelag og sostatt er tað greitt, at Tummas Arabo hevur alt javnaðarfelagið í Norðstreymoy aftanfyri seg.
Og hann heldur, at útlitini eru døpur, tí verða gongdin tann, sum hann stúrir fyri og útjaðarin verður við sviðusoð, er tað ein framtíð, sum als ikki hóvar honum.
Føroyar eru ikki Føroyar uttan so at útjaðarin og smáu bygdirnar framhaldandi hava livilíkindi og menningarmøguleikar.
Men alt hetta tosið um einskiljingar, er ein ein beinleiðis hóttan ímóti hesum málsetningi. Javnaðarflokkurin má sostatt forða fyri at SEV, Føroya Tele og flutningskervið verður einskilt og lagt upp í hendurnar á marknaðarkreftunum at røkja, sigur hann.
Hann sigur at á hesum økjum má politiski ræðisrætturin so avgjørt varveitast, annars avskeplast samfelagið.
Tummas Arabo er sostatt púra sannførdur um, at tað er alneyðugt fyri føroyska samfelagið, at politiski ræðisrætturin verður varðveittur á øllum undirstøðukervinum og tað tað er á telesamskiftinum, á orkuveitingini, og á samferðsluni, ikki minst á samferðsluni við umheimin.
Hann ávarar tí ímóti, at leggja hesi lívsneyðugu áhugamálini fyri samfelagið upp í hendurnar á marknaðarkreftunum at ráða yvir, tí so missa politkararnir tamarhaldið á støðuni og fáa ikki útbygt samfelagið, soleiðis sum politiski myndugleikin vil. Tvørturímóti fara Føroyar at verða útbygdar eftir marknaðarligum fortreytum og tað er ikki vist, at tær sampakka við politiska viljan.
Ein háðan ímóti teimum gomlu
Tummas Arabo nevnir Atlantsflog sum dømi.
Tað er fullkomiliga misskilt, tá ið sagt verður, at føroyingar stovnaðu Atlantsflog fyri at fáa kapping á økinum og fyri at fáa ferðaseðlaprísin niður.
Tað vóru nógv fólk, við Atla Dam á odda, sum stríddist í eini 15 ár at gera eitt føroyskt flogfelag.
Og Tummas Arabo heldur enntá, at tað er ein grov niðurgerðing av Atla Dam og øllum hinum, at pástanda, at tey høvdu so stuttan sjónarring, at tey settu eitt heilt flogfelag á stovn fyri at fáa ferðaseðlaprísin nakrar hundrað krónur niður.
Orsøkin til, at Atlantsflog varð sett á stovn, var tí at føroyskir myndugleikar sóðu, hvussu alneyðugt tað var, at føroyingar fingu ræðisrættin á flogferðsluni.
Øll tilkomin fólk minnast, hvussu tað var at sita í tímar og dagar og bíðaðu eftir einum flogfari, tí tað ikki kom fram, tí at feløgini, sum tá flugu upp á Føroyar, brúktu flogførini til okkurt annað.
Øll tilkomin fólk minnast eisini, hvussu stórur vansi tað var, at ferðaætlanin hjá flogførinum ikki varð løgd so at hon gagnaði føroyingum best, men útfrá tí at hon skuldi passað inn í fluttningsmynstrið hjá dønum og íslendingum.
Tí sóu politikarar, at tað var alneyðugt, at vit høvdu eitt flogsamband, sum var grundað á okkara tørv og har flúgvingin gekk útfrá Føroyum og ikki utfrá Danmark og Íslandi.
At tað so eisini førdi til at ferðaseðlaprísirnar lækkaðu, var ein síðuvinningur, men tað var als ikki endamálið við Atlantsflogi, sigu Tummas Arabo.
Hann vísir eisini á, at tað almenna hevur sett nógvar pengar í Atlantsflog og tað er nú eitt felag, sum virkar fyrimyndarliga væl og sum er blivið grundarlagið undir einari veruligari vinnugrein.
Missa vit føroyskan ræðisrætt her, kunnu vit verða sett nógv ár aftur í tíðina, samstundis sum vit kunnu missa eina vinnugrein og yvir hundrað góðum arbeiðsplássum. Hann vísti eisini á, at leiðslan í Atlantsflogi er ikki áhugað í felagið verður einskilt og hann spurdi hvør tað so er, sum krevur tað.
Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum helt hann eisini, at verður Atlantsflog selt, stúrdi hann fyri, at tað verður skjótt, so enda vit aftur í teirri gomlu støðuna, at vit hava bara eina fráferð úr Føroyum um dagin.
Tummas Arabog sipaði eisini til floghavnina í Kastrup, har sjálvt borgarliga stjórnin í Danmark ikki vil selja sín part í floghavnini , tí so týdningarmikið heldur hon tað vera, at danska stjørnin hevur avgerandi ávirkan á hesum partinum í undirstøðukervinum í Danmark.
Enda aftur í landskassanum
Tummas Arabo sigur, at tað eru eisini onkrar royndir gjørdar at einskilja almennar fyritøkur í Føroyum.
Fyri nøkrum árum síðani skuldi Farmaleiðir hjá Strandferðsluni einskiljast. Tað endaði eisini við, at onkrir lastbilar vórðu seldir. Men tað gekk ikki long tíð, so kastaðu teir privatu frá sær og Strandferðslan mátti keypa lastbilarnar aftur í dýrum dómum.
Somuleiðis skuldi Siglingin út í Mykines einskiljast, men eisini hon endaði aftur hjá tí almenna. Og feskasta dømi er kunningardiskurin á Flogvøllinum, sum eisini er endaður aftur hjá tí almenna.
Tað vísir seg, at einskiljingar aloftast botna í onkrari øvundsjúku eftir at yvirtaka tað almenna virksemið, sum tey halda gongur væl, men mangan vísir tað seg, at tey privatu kasta frá sær aftur, tá ið ein tíð er fráliðin og tað vísir seg ikki at ganga eftir ætlan og so hongur tað almenna aftur upp á tað.
Hava slept endanum
Tummas Arabo helt, at tað tað tykist um um at politiski mynduleikin púra hevur slept endanum tá ið umræður fiski- og aliloyvi.
Hettar er átaluvert, og tí heitir Norðstrymoyar Javnaðarfelag á tey fólkavaldu umboðini hjá javnaðarflokkinum um at gera sína skyldu og fáa tamarhald á hesum viðurskiftum, soleiðis at fiskimálaráðið og vinnumálastýrið ikki verða tey beri gummistempul á tað sum peningastovnar og privatpersónar blíva samdir um.
Ónýtt loyvir eiga at verða tikin inn og bjóðaði út av nýggjum. Alt annað er átaluvert, staðfestir Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Javnaðarfólk í Norðstreymoy eru eisini ørkymlað av, at milliónfyritøkur sum landið og sostatt alt fólkið eigur, verða seldar uttan at tey, vit hava valt at umsita hesi virði hava nakra ávirkan.
- Føroya størsta fiskivinnufyritøka verður seld fyrsta dagin. Harmuligt verður tað, um alt sølunetið og umdømið hjá okkara framleiðarum endar í einari útlendskari stórfyritøku á sama hátt sum virksemið hjá Faroe Seafood í Grimsby á sinni, sigur Tummas Arabo.
Onki álit á treytunum
Men nú ætlanin at einskilja almennar fyritøkur, er eisini ætlanin at seta ymsar treytir við. Eitt nú skulu bara 66% av Atlantsflogi seljast fyri at føroyingar framvegis kunnu hava veto-rætt í felagnum, so at onki kann gerast uttan at føroyingar eisini góðtaka tað.
Men tað fær als ikki Tummas Arabo at sova betri um næturnar.
Eg kenni alt til slíkar treytir. Tað hendi akkurát tað sama við Føroyagrunninum og fiskivinnulógunum. Har skuldu eisini allar møguligar treytir ogavmarkingar vera við fyri at forða fyri, at nakað hendi, sum ikki hóvaði politiska myndugleikanum. Men allar hesar treytir og allar hesar avmarkingar hevur -serliga fólkaflokkurin-, so líðandi fingið linkaðar ímeðan øll hini hava sitið og sovið í tinginum, so áðrenn vit vita av, vakna vit við kaldan dreym og so eru ongar treytir og ongar avmarkingar longur.
Hann nevnir sum eitt dømi, at tað var ongantíð ætlanin, at reiðarar skuldu fáa ognarrætin til fiskiloyvini, so at teir kundu selja tað við stórum vinningi, sum teir høvdu fingið frá landinum fyri onki, soleiðis sum vit síggja nógv dømi um nú.
Tað eru nýggjar reglar, sum fólkaflokkurin spakiliga hevur smoygt inn í umsitingina av lógini, uttan at nakar hevur uppdagað nakað, fyrrenn ov seint var.
Tummas Arabo er púra sannførdur um, at akkurát tað sama fer at gera seg galdandi við Atlantsflogi og øðrum fyritøkum, sum ætlanin er at selja undir ávísum treytum.