Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár.
Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði.
Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í morgin - fríggjadagin hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið.
Tiltakið verður sett á Eiði klokkan 11.45, og eftir setanina loysa fyrst árabátar klokkan 12 og síðan aðrir bátar klokkan 12.30.
Viðhvørt er tað ein avbjóðing at sigla undir brúnni við Streymin, men fyrireikararnir skipa soleiðis fyri, at siglt verður undir brúnni á fallandi ráki og kyrrindum.
Sambært skránni fyri Regatta, savnast bátarnir, sum eru við í siglingini av Eiði, norðanfyri brúnna við Streymin klokkan 13.30.
Tá fyrireikararnir halda, at løtan er hin rætta, stevna bátarnir suður gjøgnum trongan undir brúnni.
##med2##
Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum eigur regattatiltakið, og eftir at bátarnir eru komnir til Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum frá klokkan 17-20.
Matsmiðjan hjá Ruben Busk fer at borðreiða við mati til regattagestir.
Longu klokkan 15 í morgin lata nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður kaffi-neyst, pylsu-neyst og øl-neyst.
Frá klokkan 18 og úteftir verða fleiri ymisk tiltøk í Hósvík. Her verður útimøti, tónleikaframførslur, og klokkan 23 fer Guttormur Skála at halda røðu.
Eftir røðuna, verður felagssangur við Janusi Trúgvasyni omanfyri bátahylin.
Kvøldið endar við dansi í bygdarhúsinum, og her verður dansað til klokkan 04.
Tíðliga leygarmorgunin verður bjóðað til morgunmat í bygdarhúsinum fyri regatta-gestum. Morgunmaturin byrjar klokan 08 og heldur fram til klokkan 11.
- Kaffi-neystið í Hósvík verður opið til klokkan 13 leygardagin, verður sagt um skránna fyri regattatiltakið í morgin.
##med3##












