Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at víðka tilboðið um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba, so eisini 12 ára gamlar gentur fáa møguleikan at koppseta seg.
Tað staðfesti hann fyrrapartin, tá ið hann svaraði einum munnligum fyrispurningi í løgtinginum frá Jenisi av Rana, tinglimi hjá Miðflokkinum.
Á sumri 2011 lækkaði prísurin á koppingarevninum móti HPV virus munandi. Lækkingin hevur við sær, at tað nú ber til at víðka tilboðið og sostatt kann ein árgangur afturat fáa tilboðið um ókeypis koppseting, svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum í løgtinginum.
Tilboðið um ókeypis koppseting fevndi í fyrstu atløgu um gentur føddar í 1995, og sum høvdu fylt 14 ár.
95% av hesum gentum eru koppsettar.
Seinni varð tilboðið víðkað til eisini at fevna um gentur føddar í 1993 og 1994.
Av hesum gentum eru ávikavist 65% og 89% koppsettar.
Á vári 2011 vóru 76% av gentunum føddar í 1996 koppsettar. Tilboðið um ókeypis koppseting hjá gentum føddar í 1997 er galdandi til árslok 2012.
Í Føroyum var tilboðið um ókeypis koppseting ímóti HPV virus sett í gildi í februar 2009.