9 ára gomlu Victoria á Lakjuni og Rósa á Lógv úr Klaksvík vóru ein túr fyrr í dag í Silvalandi.
- Vit plaga at vera á Summarfestival hvørt ár, sigur Victoria.
- Ja, tað er ordiliga stuttligt á Summarfestival. Vit ganga bara runt og royna at hugna okkum sum best, sigur Rósa, sum eftir summarferiuna fer í fjórða flokk. Tær báðar vinkonurnar ganga í sama flokki.
Tað er ikki nakar ávísur bólkur, sum tiltalar genturnar nakað heilt serligt.
- Vit ganga bara runt. Hoyra vit ein góðan sang, so fara vit har, sigur Rósa.
- Babou og Basim vil eg tó gjarna hoyra í morgin. So tá fari eg heilt sikkurt oman," sigur Victoria, og tekur Rósa undir við henni.
Nógv eru tilboðini, tá man fer á festival, og tey ætla Victoria og Rósa at royna, sum pengarnir strekkja til.
- Eg havi fingið 100 kronir at brúka í dag og 100 krónir í morgin, sigur Rósa.
- Ja, tí sum mamma segði, um man brúkar alt í dag, so hevur man einki eftir til í morgin, sigur Victoria.