Eitt 75 ára minni: Immanuel og Laura ganga burtur

Náttin millum 9. og 10. Apríl 1932 man vera ein tann daprasta nátt í Føroya søgu. Tað var eftir øllum at døma hesa náttina, at sluppirnar Immanuel og Laura gingu burtur við tilsamans 38 monnum, tá teir vóru á veg heim av Suðurlandinum. Í hesum døgum eru tískil 75 ár liðin síðan hesa døpru hending, sum vit vilja minnast hesa ferð í Miðvikuni.

Hetta er ein hending, sum er væl kend, og sum rættiliga nógv er skrivað um. Hetta verður tískil ein samandráttur.
Ein týðandi kelda er bókin hjá Erlingi Poulsen: ”Laura, Immanuel og Aldan ganga burtur”, sum kom út í 1992 Erling gav mær sjálvum standandu loyvi at nýta sínar bøkur sum keldur, og nú Erling er deyður, skal hann hava tøkk fyri tey íkøst, sum hann við sínumn bókum gav okkara fiskimannasøgu.
Aðrar keldur eru frásagnir í FF-blaðnum frá Andrias í Tarti, Andrew Godtfred, Eliesar Sørensen og Miu Mikkelsen, sum var seinasta einkjan eftir teimum, sum fórust við Immanuel. Afurat hesum hava vit tosað við Dávur Jacobsen, sum var sonur ein teirra, Per Jacobsen, sum fórst við Immanuel. Hann er 80 ára gamal og minnist tískil hesar hendingar.

Veðrið var øgiligt
Veðrið hesa náttina, tá hildið verður, at skipini gingu burtur, var tiltikið vánaligt.
Eg havi tosað við tríggjar gamlar fiskimenn, sum minnast hetta veður, og skulu allar hesar frásagnir verða endurgivnar í høvuðsheitum. Hóast talan er um sama veður, so supplera hesar frágreiðingar hvørja aðra.
Eliesar Sørensen, ættaður av Kirkju, skipari á ”Coronet”:
Eg minnist sera væl hesa sorgarhending, tí vit sóu ”Immanuel” uttanfyri okkum sjálvar fara eystureftir beint uppundir ta ódnina, sum helst gjørdist banin hjá hesum báðum skipum og teirra manningum. Eg minnist, at tað var heilt nógvur fiskur at fáa, og ”Coronet” lá fløt av fiski. Eg minnist eisini, at ”Svínoyggin” kom uppá prei. Veðrið var gott tá, men eg minnist ikki at hava sæð barometrið fallið so skjótt, so tað var alt, sum bendi á illveður. Eg gav boð um at hála loddini inn og so at fara at reinsa.
Skjótt byrjaði illveðrið, og vit mistu fisk av dekkinum, og vit fingu seglið yvirstak. Fyri at bjarga fiskinum máttu vit koyra part av honum í forlastina óflaktan, og sigur hetta nakað um, at støðan varð mett at vera álvarslig.
”Coronet” kom heim í øllum góðum, og tað sama gjørdi ”Svínoyggin”.

Andrew Godtfred, ættaður úr Vági, við ”Norðfarinum”.
Eg hevði gingið ein vetur á motorpassaraskúla, og kundi nú vera smyrjari við ”Norðfarinum”. Tað var hetta árið, tá ”Laura” og ”Immanuel” gingu burtur við mann og mús.
Vit høvdu verið heima – fóru heim 23. mars 1932 við 700 skippundum, og vit vóru á veg yvir aftur til Íslands. Veðrið var framúr vánaligt. Eg var staddur í maskinrúminum og hevði júst fingið lensupumpuna at taka við aftur aftaná, at hon hevði verið typt av træspønum, sum komu í ventilarnar, og sum stavaðu frá byggingini av skipinum, sum var nýtt.
Tá fingu vit ein slíkan sjógv, at eingin kloddi var eftir á skipinum uttan miðseglið. Tað brast so hart í henni, at onkur helt, at síðan var sligin inn, og at vit fóru at søkka, men so galið var tað kortini ikki.
Brotið slongdi skipsbátin tvørtur um skipið og til sjós, og sprongdi í ferðini lúnningarnar uppav. Øll skottini stóðu í lastini, men saltið var tveitt yvir í annað borðið, so skipið fekk slagsíðu. Í lastini var ein tóm krubba, og har stóðu allir spakarnir. Tóma krubban var nú fylt við salti, so fólkið mátti fara í lastina við tallerkum, pottalokum, fjalum og berum hondum fyri at fáa skipið á rættkjøl aftur. Skaðin á hetta, bert trý ára gamla skip, var so stórur, at vit vendu við og fóru heimaftur.
Eitt brot kom afturat, sum legði ”Norðfarið” skerflata, og tá væntaðu vit ikki, at hon reistist aftur. Stórseglið fyltist við sjógvi og helt lúnningini í vatnskorpuni. Tá gjørdi Magnus Veihe í Porkeri tað bragd, at hann fór við lissu um miðjuna út á seglið, har tað lá niður í sjógvin, og við flekiknívi fekk hann skorið hol á seglið, so sjógvurin rann út, og skipið rættaði seg aftur.
Stýrihúsið fór ikki, men allir rútarnir fóru. Tað var ein kappi í maskinrúminum upp í stýrhúsið, og nógvur sjógvur kom niður, og tveir fjalir av dúrkinum í stýrihúsinum komu sendandi niður í maskinrúmið. Men lukkutíð raktu tær ikki oljurørið og motorurin steðgaði ongantíð.
”City” og ”Havgásin” vóru eisini á hesum leiðum, men eg veit ikki um onnur skip. Tey vendu eisini aftur vegna skaðan, tey fingu í illveðrinum. Eg havi annars hoyrt, at ”Immanuel” hevði ein stakk av fiski á dekkinum. Skipini vóru nevniliga á veg heim og vóru tískil tung í sjónum. Vit vóru betri fyri við tómum skipi.

Andrias í Tarti úr Oyndarfirði, við Sæborg
Greiðir frá túri við Sæborg og heldur fram: Hetta var sama túr sum Laura og Immanuel forlistu. Vit høvdu fiskað 22.000 fiskar og skuldu heim. Vit vóru væl mannaðir, yvir 22 mans. So nógvar koyggjur hevði hon ikki, so her vóru eisini tvímanskoyggjur. Nú er tað so, at vit praja ”Lauru” av tí, at maskinmeistarin á Lauru, Niclas, hevði verið árið frammanundan við einum motorbáti, sum bleiv leigaður til Oyndarfjarðar, og sum kallaðist ”Føroyingurin”, og tí kendu oyndfirðingar hann so væl. Eg meini, at skiparin sjálvur, Hans Jacob Abrahamsen, tosaði við hann. Tá hevði ”Laura” 18.000 fiskar inni. Hon var ein lítil slupp. ”Sæborg” hevði 22.000 fiskar. Vit koma heim eitt fríggjakvøld, leygarmorgunin fara vit at landa í allarfínasta veðri í Oyndarfirði, og vit tøma skipið, 400 skippund, eftir einum leygardegi. Skipið varð so fortoyað fyri báðum ankarum. Eg tørni inn. Harra Jesus, eg verði vaktur tíðliga sunnumorgun at koma umborð. Tá er stormur og kavarok, og ”Sæborg” var farin í drift. Bjargingarbáturin er í landi. Tað var ikki øll manningin, sum var úr Oyndarfirði. Eg minnist ein mann, Sofus Rinkustein, sum skiparin mátti biðja afturat at hjálpa til. Báturin varð vendur í støðni, og 6 mans sótu til árar. Tað var akkurát, so vit kláraðu at koma út frá. Vit passaðu okkum løgi millum glaðurnar, so tað lukkaðist okkum at koma umborð og at fáa motorin í gongd. Tað sum var leyst á dekkinum, tað feyk alt. Kokkurin hevði sett bakkar og tílíkt upp, tað var alt farið til sjós. Tað eydnaðist so at fáa skipið fortoyað aftur, sum tað skuldi.
”Silver Lining” var komin á Mýling, tá hann bresti á. Reiðarin og skiparin Justines Eidesgaard var ein maður, sum legði nógv fyri. Men ikki hættaði hann sær at fara í Djúpini. Hann fór vestur í Vágahavið. So ringt var hetta veðrið, tá ”Laura” og ”Immanuel” eru farnar. Eg eri klárur yvir, at vit eru eitt tað seinasta skip sum hevur tosað við ”Lauru”.

Um Lauru
Laura var keypt úr Onglandi í 1896, og í 1932 áttu teir á Tjørn í Vági hana. Hon fekk motor í 1930, tá nógvar sluppir fingu motor ísettan.
Seinasta skipið, sum sá Lauru var Vágbingur, sum teir á Tjørn eisini áttu. Laura preiaði Vágbing kl. 4 seinnapartin 7. apríl og spurdi, um teir kundu fáa eit fat av olju. Báturin á Vágbingi hekk afturút, og motorpassarin, Vinther Lauritsen úr Seyrvági, fór umborð í Lauru at hitta systkinabarnið Tummas. Komin umborð aftur í Vágbingin helt hann, at Tummas var so løgin. Tað var einki um hann, hóast hann plagdi at vera prátingarsamur. Hann stóð bara og bíndi og hugdi niður í dúrkið.
Eisini segði Eli Lassen, hjá Matthiasi, ið eisini var við Vág­bingi, at hann sá báðar brøður sínar Niels og Niclas standa á dekkinum á Lauru. Tað var eins og ein glæma ella hjóm um teir, og hann hugsaði við sær sjálvum, at teir sá hann ikki aftur og so varð.
Tá ørindini vóru liðug, søgdu teir farvæl við hvønn annan. Teir á Lauru heilsaðu tríggjar ferður við floytuni og settu kós móti Føroyum, og teir søgdu, at teir skuldu heilsa heima.
Seinni kemur Vágbingur heim, og teir verða sum rímiligt er illa við, tá teir heimkomnir frætta, at Laura ikki er komin fram.
Men framvegis varð vónað, at teir kortini fóru at koma, og at teir vóru seinkaðir av onkrm øðrum. Tað var ofta, at tað varð hugt út á fjørðin, um nakað skip var á veg inn eftir honum. Fyri hvønn dag minkaði tó vónin.
Tá Vágbingur fór av stað aftur á Suðurlandið og var komin norð­ur í Suðuroyafjørð, var okkurt í ólagi við motorinum, so hann mátti venda við aftur. Nú var tað so, at skipini á Tjørn høvdu eina hvíta stjørnu á tí svarta bógnum. Tá Vágbingur kemur inn eftir fjørðinum fara fólk at hyggja. Teir menn, ið høvdu kikara, kundu siga, at stjørna var á bógnum, og øll gleddust um, at hetta mátti vera Laura, sum endiliga var komin. Men tá skipið kom longur inn sást, at hetta var Vágbingur, ið var afturvendur. Og einaferð enn gjørdist vónin til tað svartasta vónloysi. Tá brast tann seinasta vónin um, at teir nakrantíð fóru at koma afturí aftur.
Tað eru fleiri frásagnir um, hvussu hugtungir menninir vóru, tá teir skuldu fara avstað við Lauru. Ein frásøgn um hetta er sera áhugaverd.
Ein hvalbingur, Jógvan Berg, skuldi við Lauru hendan túrin. Motorbátur kom úr Vági eftir honum og øðrum, sum skuldu fara til skips. Jógvan hevði klæðini klár, men tá farast skuldi kom okkurt yvir hann, og hann mátti leggja seg á beinkin. Tað dróg ikki frá aftur, og hann fór ongan veg. Hetta bjargaði lívi hansara.

Manningin á Lauru.
Jens Toftum, skipari, 25 ár, gift­ur. Eftir sat konan við einum barni.
Frits Toftum, 17 ár.
Niels Lassen, 27 ár, ógiftur
Niklas Lassen, 23 ár, giftur. Eftir sat kona við einum barni.
Herman Petersen, 26 ár, giftur
Jacob Veyhe, kokkur, 20 ár
Sámal Veyhe, 16 ár.
Jacob og Sámal vóru brøður.
William Joensen, 20 ár.
Valberg Thorsteinsson, 16 ár.

Allir hesir vóru úr Vági og serliga var tað býlingurin í Toftum, sum var hart raktur.

Johan Nicolaj Djurhuus, Sumba 39 ár og ógiftur
Poul Nicolaj Christiansen, Sumba 28 ár og ógiftur.
Danjal Jacob Bech, besti­mað­ur, Porkeri, bestimaður, 33 ár og ógiftur
Gunnar Levi Müller, Porkeri, 16 ár.
Niels Pauli Næstved, Porkeri, 17 ár.
Tummas Mouritsen, motor­passari, Sørvágur, 21 ár og ógiftur.
Johan Jensen, motorpassari, Sørvágur, 30 ár og ógiftur.
Tummas Zachariassen, bestimaður, Sørvágur, 27 ár og giftur við einum barni.
Viggo Zachariassen, Streymnes, 16 ár. Hann var beiggi Tummas.
Andrias Hansen, 34 ár, ættaður av Eiði, giftur til Streymnesar. Eftir sat kona við fimm børnum.
Eftir manningini á Lauru sótu 5 einkjur við 8 børnum.

Um Immanuel
Immanuel var í 1893 keypt til Tvøroyri, og í 1910 keypti Jákup Dahl á Gørðunun í Vági hana.
Tað seinasta skipið, sum tosaði við Immanuel var Expedit, sum møtti teimum á Portlandinum, tá teir vóru á veg heim við fullari last.
Expedit var ein av temum fáu sluppunum tá, sum hevði fingið radio. Seinni um dagin, eftir at teir høvdu møtt ”Immanuel”, lurtaðu teir eftir veðurtíðindum og hoyrdu um tað herviliga ódnarveðrið, ið var á veg millum londini. Tá skuldi skiparin Andrias í Túni taka soleiðis til orðanna, at ikki kenni eg meg tryggan, fyrr enn eg havi frætt frá ”Immanuel”, at teir eru komnir heim í øllum góðum!
Her var tað á sama hátt sum við Lauru. Tað var vónað, men fyri hvønn dag minkaði vónin, til hon at enda hvarv.
Ì 1983 varð minnisvarði reistur til minnis um teir menn, sum vóru farnir á sjónum úr innara partinum av Skálafjørðinum. Í hesum sambandi vóru fleiri, sum greiddu frá sínum minnum frá hesi hending.
Ein av teimum var Dávur, sonur Augustu og Per Jacobsen. Agusta sat eftir við 6 børnum, tað seinasta var ikki føtt, tá pápin doyði. Hetta gjørdist ein drongur, sum fekk navnið eftir pápanum.
Dávur greiddi frá, at í Søldar­firði hendi nakað tað sama sum í Vági, at tey bíðaðu og bíðaðu, og hildu seg einaferð síggja saknaða skipið á veg inn eftir fjørðinum. Tað var ein av hesum allarfagrastu døgum, ið kunnu vera um várið við stilli og sólskini. Dávur spældi í túninum í Niðaragerði saman við fýra av sínum systkjum og við Leif (Berg) systkinabarnið, sum vaks upp hjá ommuni og abbanum, sum búði í sunnara enda av húsinum. Niðaragerði var tvíbýli, sum tað er enn.
”Tá er einum av børnunum hyggjandi út á fjørðin og sær, at ein hvítbotnað slupp kemur inn um Saltnes. Hetta barnið sker í róp, at nú kemur Immanuel, og øll hini børnini tóku undir við tí og róptu: ” Nú kemur Immanuel, nú kemur Immanuel!” Mamma lat vindeygað upp í stovuni, og her var Tilda fastur eisini, meðan omma hugdi úr kamarinum hjá sær. Øll hesi vindeygu vendu móti sjónum. Eg minnist enn, bert 5 ára gamal, hvussu spent tey vóru, um hetta var Immanuel. Hetta var antin seinast í mai ella fyrst í juni. Hóast tá var farin hálvur annar mánaði frá tí, Immanuel av røttum skuldi verið heima, varð framvegis vónað, at skipið kortini fóru at koma aftur.
Jú, har kemur ein hvítbotnað slupp inn eftir fjørðinum og stevnir beint inn móti Søldarfirði. Men stokkut var gleðin. Tí skjótt var tað onkur sum kendi, at hetta var ”City of Norwich”, ið Gunnar Danielsen førdi. Tá hon kom inn fyri Søldarfjørð, snaraði hon yvir móti Skála, og høvdu teir uttan iva onkur ørindi har, áðrenn teir fóru á Suðurlandið. At teir koma inn móti Søldarfjørð var tí, at skiparin Gunnar Danielsen var søldfirðingur og vildi heilsa bygdarfólkinum. Hann var giftur við Ingu fastur, og hann var svágur til tríggjar av teimum, sum fórust við Immanuel. Neyvan hevur hann ánað, hvussu henda hansara heilsan fór at vera fatað.”
Dávur minnist eina aðra hend­ing í hesum sambandi. Hann veit ikki vist, um hetta var sama dag sum umrødda hending, ella tað var nakrar dagar seinni. Hann sigur:
”Eg fór inn til okkara, vildi mammu okkurt, rópti á hana, men einki svar. Eg visti, at hon var inni, so tá hon ikki var í køkinum ella stovuni, mátti hon vera á loftinum. Eg fór upp á kamarið hjá henni. Eitt lítið borð stóð yviri við vindeyga, ein stólur var hvørju megin borðið. Mamma sat øðrumegin og omma hinumegin. Tær grótu báðar. Hetta hevur brent seg inn í mítt minni. Hetta var fyrstu ferð og einasu ferð eg sá mammu gráta. Hon vildi ikki lata okkum børn síggja seg gráta.”

Hvussu kláraðu tey seg?
Ein spurningur sum ofta verður settur er, hvussu kláraðu húsarhaldini seg, tá forsyrgjarin knappliga var burtur. Fyrst skal sigast, at tryggingin var í 1932 ikki heilt galin í mun til árini frammanundan. Men avgerandi var, at einkjurnar sjálvar vístu seg sum ”menn” og fingu í allarflestu førum húsarhaldini at rigga. Afturat hesum gjørdi føroyska hjálpsemið góðan mun, soleiðis sum tað altíð kom til sjóndar í støðum sum hesum.
Øll royndu at hava kúgv sum ískoyti til húsarhaldið. Í Søldarfirði er bert kongsjørð. Tá bar til at fáa gerði frá bóndunum og kom hetta væl við.
Fiskaturking var hesa tíðina av tí mesta, og har kundu nakrar krónur vinnast við at vaska og turka fisk.
Dávur minnist væl summarið 1932 og árini aftaná. Her var eitt samanhald og hjálpsemi móti teimum, sum høvdu mist.
Dávur minnist eina gamla elskuliga konu, Anna Weihe, kona gamla Weihe, handilsmannin. Hon var ommusystir hansara. Har sum tey búðu, var stórt vendipláss, har tey plagdu at spæla um kvøldarnar. Tá plagdi hon at koma við einum av hesum stóru, gráu pappírsposunum, sum fingust í krambúðunum tá. Hon hevði posan undir fyriklæðnum. Hon vildi ikki, at maðurin skuldi vita av tí, hon gjørdi.
Hon bað Dáva fara niðan til mammu við honum, men legði altíð afturat við síni eyðkendu sumbiardialekt: ”Sig ongum tað.” Tað, sum hann serliga minnist at vera í hesum posa, var skerpikjøtið. Hetta kom serliga væl við, tí tey áttu einki kjøt.
Tey vóru mong, sum sagt kundi vera um: ”Sæl eru hini miskunnsomu.”
Tey høvdu kúgv. Hon mjólkaði hampiliga, og mamman plagdi at taka róma omanav og kirnaði smør, so tey sluppu undan at keypa margarin og spardu tey tískil ta útreiðsluna.
Ein trupulleiki var, tá hoyggj­ast skuldi. Beiggjarnir vóru ov smáir at sláa, og hetta var ikki konufólkaarbeiði. Men tað hendi seg fleiri ferðir, tá tey komu upp um morgnarnar, at menn slóu so mikið, at tey høvdu nóg mikið av at hoyggja fyribils.
Hjálpsemið var tað sama, tá tað snúi seg um torvskurð. Tá menn róðu út og býttu fongin, vóru altíð nakrir fiskar, sum »lupu av«, og sum tey kundu taka við til húsa.
Tað sama var, tá menn komu aftur av skipi og høvdu grapsað. Tá var tað ikki so sjáldan, at ein sekkur varð lagdur á trappuna hjá teimum. Hetta kom væl við sum døgurðamatur. Tað hendi eisini, tá onkur kom inn á gólvið, at ein pengaseðil lá eftir á borðinum, tá gestirnir vóru farnir.

Mammubeiggin í faðirs stað
Jákup Olsen, hjá Hans bónda, var mammubeiggi Dáva. Av heilsuorsøkum var Jákup heimamaður, og hann var í mangar mátar í faðirs stað hjá teimum børnum, sum hann var mammubeiggi til, og sum høvdu mist pápan við Immanuel.
Dávur skrivar tá Jakku doyði í 1977 m.a:
“Jakku gekk okkum á mangan hátt í faðirs stað. Hvussu hann tók sær av okkum, hevði okkum við sær og lærdi okkum mansarbeiði, sum var so neyðugt tá fyri at liva. Hann gav mær líggja og orv, sum hann sjálvur hevði gjørt. Eg var tá 8 ár. Sjákvur kom hann út í bøin, lærdi meg at halda orvinum og at brýna líggjan.”
Dávur greiður eisini frá, hvussu Jakku plagdi at taka teir faðirleysu systirsynirnar út at dyrgja, og Jakku gjørdu teimum serligar smáar tráður, sum hóskaðu til teirra veiku armar.
Dávur helt eisini, at í dag verða minnisvarðar reistir fyri okkara sjómenn, og alt gott um tað. Men hesar einkjurnar høvdu so søttliga eisini uppiborið ein minnisvarða. Tær vóru tær veruligu hetjurnar í samfelagnum.
Hann nevndi eisini, at seks av teimum níggju einkjunum í Søldarfirði og har á leiðini giftust aftur, og tær blivu allar aftur einkjur.

Manningin á Immanuel
Sámal Jacobsen úr Niðara­gerði, skipari, 29 ár. Eftir hann sat einkja við tveimum synum. Tann eldri var Eiler. Tann yngri, Sámal, eitur eftir pápa sínum. Hann var føddur í september aftaná, at pápin gekk burtur.
Per Jacobsen, úr Niðaragerði, bestimaður, 37 ár. Eftir hann sat einkja við 6 børnum. Tað yngsta varð uppkallað Per eftir pápanum. Hann var føddur í august aftaná at pápin gekk burtur.
Jørgen Jacobsen, úr Niðara­gerði, 19 ár og ógiftur. Sámal, Per og Jørgen vóru brøður.
Sámal Petur Solmunde, uttan úr Byrgi. Eftir hann sat einkja við trimum børnum.
Sofus Solmunde, uttan úr Byrgi, 28 ár. Eftir hann sat einkja við trimum døtrum.
Anton Solmunde, uttan úr Byrgi, 21 ár og ógiftur. Sámal Petur, Sofus og Anton vóru brøður.
Sámal Rasmussen, uppi í Klova, 39 ár. Eftir hann sat einkja við átta børnum.
Georg Olsen, 30 ár. Eftir hann sat einkja og ein dóttir. Hann var abbi Bjørn Kalsø.
Hans Andrias Hammer, innan av Søldfjarðafløtum, 19 ár og ógiftur.
Tummas Magnussen, av Lygnesi, 28 ár og ógiftur.
Hesir 10 menninir vóru allir úr Søldarfirði.
Joen Karl Joensen, 47 ár av Lambareiði. Eftir sat einkja við fimm døtrum.
Jørgen Joensen, 19 ár og ógiftur, sonur Jóan Karl.
Sofus Jacobsen av Grønuskriðu á Skipanesi, 20 ár og ógiftur.
Didrik Djurhuus, 28 ár, Innan Glyvur. Eftir sat einkja við einum soni.
Poul Johannes Djurhuus, 16 ár, Innan Glyvur.
Óli Poulsen, 23 ár, úr Syðrugøtu. Eftir sat einkja við trimum børnum.
Óli Müller, 23 ár, úr Norðragøtu og ógiftur.
Hans J Havstreym, 28 ár úr Norðragøtu, ógiftur.

Eftir sótu 9 einkjur við 32 børnum.
Sum ofta var tá í tíðini vórðu somu hús rakt av fleiri vanlukkum bæði áðrenn og aftaná. Hetta var eisini galdandi fyri Immanuel og Lauru.

Formaðurin í fiski­mannafelagnum gekk eisini burtur
Her skal ein maður av teimum, sum gingu burtur, umrøðast eitt sindur, og er tað Hans Jacob Havstreym úr Norðragøtu. Hann var nývaldur formaður í fiskimannafelagnum, bert 28 ára gamal.
Hans Jacob var ein heilt ser­l­iga sjáldsamur unglingi. Hann fekk tíðliga áhuga fyri politikki, og kanska hevur Símun Pauli úr Konoy, lærari í Gøtu og fyrsti formaður í FF, verið íblástur hjá honum. Hann gjørdist sannførdur javnaðarmaður og fór á arbeiðaraháskúlan í Esbjerg. Hann kom heim aftur í 1929 at bøta um viðurskiftini hjá fiskimonnum. Hann hevði samband við fremstu donsku javnaðarmenn sum sjálvan Stauning, og tað finst eitt áhugavert brævaskifti millum Hans Jacob og hansara donsku floksfelagar.
Hann varð valdur til forman í FF við ársbyrjan 1932. Tá var hetta starv ikki eitt fulltíðarstarv og seinni sama vár fór hann til skips við ”Immanuel”.
Eg kendi væl Miu, mamma hansara, sum gjørdist 99 ára gomul. Hon fortaldi mær einaferð, at hon bønaði Hans Jacob um ikki at fara, nú hann hevði fingið hetta nýggja álitisstarvið. Hann svaraði aftur: ”Mamma eg má fara, sjálvt um føli á mær, at eg ikki komi aftur”.
Hans Jacob kom heldur ikki aftur. Erling Poulsen greiðir frá fleiri líknandi dømum í samband við Lauru.
Tað er einki at ivast í, at deyðin hjá Havstreym broytti fakfelagsligu og politisku søguna hjá Føroyum.

Meira millum himmal og jørð….
Tað eru nógvar frásagnir um, at tað finst meira millum himmal og jørð enn vit skilja. Hetta er serliga komið fram í samband við slíkar vanlukkur, tá menn so ella so hava givið boð frá sær á feigdarstund ella at varsil hava verið givin um feigd.
Ein sum greiddi frá hesum var Mia Mikkelsen, á Støðini, í Syðrugøtu, sum doyði 100 ára gomul í 2006. Hon var gift við Sofus Solmunde, sum fórst við Immanuel.
Mia og Sofus fingu fýra gentur, og tær vóru Hjørdis, Margreta, Jóhanna, sum doyði 9 mánaðar gomul, og Jóhanna Sofía, vanliga kallað Hannifía. Hannifía var nýfødd, tá ið Sofus fór avstað.Tá ið Mia gekk við Hannifíu, droymdi hon eina náttina, at helvtin av seingini hjá henni og Sofus var fjald av kransum.
Tá ið Hannifía varð fødd, legðist Mia við barsilsfepuri, og hon var framvegis sjúk, tá ið Sofus fór avstað. Hon var sera ring og ivaðist ikki í, at tað fór at vera hon, sum fór at doyggja. Men hon fekk góða hjálp frá Heiðadoktaranum, og Mia undraðist mangan á, at hon kom til lívs aftur.Tá ið Sofus sigur farvæl við Miu og skilnaðarstundin er komin, sigur Mia við mannin:”Eg fari at doyggja, áðrenn tú kemur aftur”. ”Hví sigur tú tað?”. Og so fortaldi hon um dreymin, hon hevði havt. Men tað bleiv Sofus, sum doyði, og ongantíð kom aftur. Lítla dóttirin varð tí uppkallað eftir systrini Jóhonnu, sum var deyð frammanundan og eftir pápanum, Sofusi, og kom at eita Jóhanna Sofía.
Onnur frásøgn er um Helenu, sum var gift við skiparanum á Immanuel Sámal Jacobsen.
Helena greiddi frá, at eina náttina brestur hurðin upp í loftskamarinum, har hon svav.
Inn kemur Sámal í oljuklæðum, og sjógvurin rann úr honum. Hann sigur: ”Hetta var ein skaðasjógvur vit fingu”, og tá vaknar hon. Hesin dreymur samsvarar væl við tíðina, tá tey halda Immanuel verða burturgingan.
Torkil Beder, prestur, er vágbingur. Hann var 8 ár í 1932, og hann greiðir frá, at eitt kvøldið sær hann skiparan á Lauru, Jens, sum var gubbi hansara, í túninum. Hann var í stivlum og oljuklæðum, men hattleysur. Hann fer inn og sigur mammu síni frá hesum. ”Tvætla”, sigur hon, ”hann er í Islandi.” Um náttina vaknar mamman við at tað verður bankað uppá. Hon fer at leita alla staðni, hvør tað kundi vera, men hon finnir ongan. Tá skilir hon, hvat ið er áfatt! Abbabeiggi Torkil hevði enntá tosað við skiparan í hamferð, so hann kendi eisini lagnuna hjá Lauru.

55 mans gingu burtur eftir hálvum ári
Tað vóru nógvar slíkar hendingar í hesum árunum. Á heysti 1931 gekk Vestmannasluppin Dora burtur við 17 monnum, og tískil vóru tað hetta hálva árið 55 av okkara bestu fiskimonnum, sum fingu eina váta grøv. Teir flestu vóru millum 15 og 25 ár, tann elsti var 48 ár.
Hetta skakaði sum rímiligt er alt føroyska samfelagið. Í mai 1932 var hildið minningarhald í Sjónleikarhúsinum í Havn fyri allar hesar menn. Húsið var fult av fólki.
Umframt sang og tónleik talaði Absalon Joensen prestur, sum kann sigast at hava verið sjómansprestur meira enn teir flestu.
Í Vági hevði hetta ta avleiðing, at jóansøkan varð avlýst í 1932.

Bert 75 ár síðani
75 ár kann tykjast at vera long tíð. Men í hesum sambandi er hetta stutt tíð. Tá hugsað verður um, hvussu nógv ið er broytt, so er tað hugsunarvert, at nógvir núlivandi føroyingar hava upplivað hesa tíðina. Ein maður sum Andrias í Tarti var til skips á 11. ári, tá hesar hendingar fóru fram.
Tey ungu í dag skilja hetta neyvan. Tí er tað umráðandi, at vit tá høvi er til tess minnast, at okkara vælferð í dag er ikki nøkur sjálvfylgja. Tey eru nógv, sum hava lagt rygg til, og ikki so fáir rindaðu við lívinum.
Hetta eiga vit ikki at gloyma.