Flokkarnir, sum eru fyri at loysa landspartin Katalonia frá hinum partinum av Spania, fingu næstan tveir triðingar av atkvøðunum á landspartavalinum í gjár, men kortini var úrslitið eitt bakkast fyri loysingarrørsluna.
Tað kemst av, at tann stóri loysingarflokkurin við katalonska forsetanum, Artur Mas (myndin), á odda, hevði eitt vánaligt val og misti 12 av teimum 62 sessunum, sum flokkurin hevði undan valinum. Nú eigur hann bara 50 av treimum 135 tinglimunum.
At meiriluti kortini er í tinginum fyri loysins kemst av, at tann vinstrasinnaði tjóðskaparfklokkurin fekk eitt gott úrslit, og tilsamans hava teir báðir loysingarflokkarnir meiri enn 70 av teimum 135 tinglimunum.
Artur Mas segði í gjárkvøldið, at hann fer at halda fram við arbeiðinum fyri losying, men hann ásannaði, at tað verður tyngri at røkka málinum, nú flokkur hansara ikki megnaði at fáa meiriluta einsamallur, sum ætlanin var.