Eitt fantastiskt drama

Við einum teprum sigri á Stjørnuna í einum sera spennandi og dramatiskum dysti í Vági leygardagin, hevur VB nærum tryggjað sær meistaraheitið í kvinnuhondbólti

Sunset-kappingin

Høllin í Vági var fullsett og væl tað, tá ið tey bæði nógv tey fremstu kvinnuligu hondbóltsliðini í landinum brustu saman leygardagin í einum dysti, sum hevði ovurhonds stóran týdning fyri stríðið um FM-heitið. Karmarnir til dystin vóru optimalir, og lat tað verða sagt beinan vegin, at spælararnir livdu upp til hesar karmar, og vit fingu 60 minuttir, ið vóru fullir av intensiteti, drama, hugtakandi einmansavrikum, knallhørðum verjuspæli og frálíkum málum.

Stjørnan fleyg avstað
Sum tað hevur víst seg mangan áður, tá ið júst hesi bæði lið bresta saman, so kann tað svinga rættuliga nógv í dystinum. Soleiðis var eisini leygardagin.
Stjørnan fekk eina frálíka byrjan, og liðið úr Klaksvík sá leingi út til at fara at vinna ein stórsigur, ið kanska kundi verða eitt plástur á sárið fyri eyðmýkjandi ósigurin í Klaksvík fyrr í ár.
Gestirnir struku avstað, og heimaliðið megnaði als ikki at fóta sær fyrstu drúgvu løtuna. Stjørnan sýndi gott hugflog í álopsspælinum, og í hinum endanum stóð verjan sum ein múrur, og aftan fyri múrin stóð ein annar múrur, nevnliga Fríða Petersen í málinum, sum legði bragdliga fyri í oddadystinum.
VB fekk als ikki gongd á álopsspælið hjá sær, og tað tóktist einamest koma av tí, at spælskiparin Aukse Vysniaskaite ongantíð av álvara kom í gongd í dystinum leygardagin. Aukse royndi seg fleiri ferðir við skotum úti frá, ella við fríspælingum inn á strikuna, men tað kom so at siga einki burtur úr hjá henni í fyrra hálvleiki. Fjáltur kom nú á spælararnar á heimaliðnum, og nervarnir hingu uttaná. VB gjørdi eina rúgvu av tekniskum feilum, og fleiri ferðir var bólturin spældur beint í hendurnar á leikarunum hjá Stjørnuni.
Hetta merkti, at Stjørnan fekk eina dreymabyrjan. Gestirnir lupu avstað, og áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu tær fingið sær eina leiðslu upp á sjey mál, og mótbrekkan hjá VB tóktist øgilig.
Men so líðandi kom VB fyri seg, og ikki minst var tað Asta í málinum, sum gjørdi sítt til, at heimaliðið skuldi fáa fatur á gestunum. Asta hevði fleiri frálíkar bjargingar, tá ið Stjørnan annars sá út til at avgerða dystin, og hesar bjargingar vóru við til at halda lív í vónunum hjá VB.

Broyttu álopsspælið
Ein av orsøkunum til, at tað gekk so illa hjá VB í álopspartinum fyrstu løtuna av dystinum, tóktist verða, at alt allar royndir upp á mál skuldu fara umvegis annan av útlendsku spælarunum, Daivu Tomaite ella Aukse Vysniaskaite, og hetta gjørdi tað lætt hjá Stjørnuni at verja fyri. Men nakað út í dystin tóktist tað sum um, at tað vóru fleiri á heimaliðnum, ið tordu at bjóða seg til, og tað gjørdi eisini mun, tá ið landsliðsleikarin Gurið Mortensen, ið er heima í páskafrí, kom á vøllin miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
VB togaði seg inn á Stjørnuna, og tað eydnaðist heimaliðnum at minka um munin niður í fýra mál, áðrenn farið var til hálvleiks, og tí tóktist einki avgjørt í steðginum.

Stjørnan fekk ikki mál
Byrjanin í seinna hálvleiki var eitt ógvuliga avgerandi tíðarskeið í dystinum. Tá hendi nevnliga tað, at Stjørnan fullkomiliga steðgaði upp, og hesum gjørdi heimaliðið sær dælt av.
Stjørnan var á odda 16-12 í steðginum, men henda leiðsla helt sær ikki leingi. Tí VB tók seg mál fyri mál inn á Stjørnuna, og tá ið gestirnir als ikki megnaðu at svara aftur í hinum endanum, eydnaðist tað enntá heimaliðnum at leggja seg á odda.
Stjørnan megnaði als ikki at skora fyrstu ellivu minuttirnar av seinna hálvleiki, og tí var hálvleiksleiðslan hjá teimum skjótt etin upp, og ístaðin legði VB seg á odda 18-16, áðrenn Stjørnan glógvaði aftur.
Síðani gekk tað rættuliga javnt á, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað var stórur spenningur, og øll tann stóra áskoðarafjøldin var á gosi. Tað vóru ikki bert vágbingar til dystin, men eisini fólk aðrastaðnis úr oynni, og rættuliga fitt av klaksvíkingum høvdu eisini lagt leiðina suður til Vágs. Onkur áskoðari gjørdist so mikið heitur, at dómararnir noyddust at steðga dystinum og vísa manninum úr høllini. Tað er harmiligt, at slíkt skal koma fyri, men áskoðarar eiga at verða so mikið at sær komnir, at teir velja at nýta orkuna uppá at stuðla sínum liði heldur enn at finnast at dómarunum.

Daiva var avgerandi leikarin
Tá ið VB hevði fullkomiliga vent dystinum, vóru tað fleiri, ið hildu, at nú var Stjørnan ?knekkað?, men so var ikki.
Klaksvíkskvinnurnar vístu sera góðan stríðsvilja, og tær fingu aftur fótin fyri seg. Tær bardu seg upp á javnt, og tær narkaðust alsamt sigrinum aftur. Ikki minst var tað verjan hjá Stjørnuni, sum hesa løtuna var heilt framúr, ið gjørdi sítt til, at tær komu fyri seg aftur.
Farið var nú undir teir seinastu tíggju minuttirnar, og tað tóktist nú sum um, at tað var Stjørnan, ið hevði sálarligu yvirvágina. Tær løgdu seg eisini á odda 26-24, men VB svaraði aftur og kom upp á javnt, 26-26, og spenningurin var øgiligur. Tað hoyrdist næstan ikki mannamál, og tað mundu verða nógvar negl, ið blivu styttar munandi hesa løtuna.
Tveir minuttir fyri leiklok stóð eisini á jøvnum, 27-27, og tað lá líkasum í luftini, at næsta málið fór at verða avgerandi, tí málini vóru ikki so títt. Tað var Daiva Tomaite, sum fekk næsta málið í dystinum, tá ið hon legði VB á odda 28-27. Daiva var heilt stóri spælarin í dystinum, og hon skeyt ikki færri enn 14 mál.
Stjørnan fór í álop, men tá ið Joan M. Djordjevic royndi at bróta seg gjøgnum verjuna hjá VB, mettu dómararnir, at talan var um álopsfeil, og tí fekk VB bóltin aftur, og minni enn ein hálvur minuttur var eftir at leika. Tey seinastu sekundini spældu vágskvinnur bara bóltin sínamillum og lótu tíðina ganga, og tá ið lúðurin ljóðaði, var ein øgiligur rómur í høllini. Ein rúgva av fólki rann út á vøllin at heiðra heimaliðnum, og venjarin hjá VB, Aivaras Daugas, kastaði seg bara skerflatan á búkin mitt úti á vøllin.
VB hevði bast greipuvinnarunum úr Stjørnuni og er nú tvey stig framman fyri klaksvíksliðið í toppinum í Sunset-kappingini. Harafturat er VB nærum 100 mál framman fyri Stjørnuna í málmuni, og tey eru fá, ið trúgva uppá, at hendan leiðslan hjá VB ikki fer at halda sær til kappingarlok 30 apríl.