Ein maður er dripin og trý fólk eru løstað í einum ukrainskum dronuálopi á býin, Sevastopol á Krim-hálvoynni.
Tað siga russisku myndugleikarnir á ukrainsku oynni Krim, sum Russland hertók longu í 2014.
Guvernørurin á Krim, sum russar hava sett, Mikhail Razvozjajev, sigur, at 43 ukrainskar dronur eru skotnar niður í økinum í nátt.
Hetta sigur hann á boðtænstuni, Telegram.
Sagt verður, at maðurin, sum læt lív í ukrainska álopinum, sat á einum akfari, tá hann varð raktur.
Mikhail Razvozjajev sigur, at ukrainska álopið á Sevastopol elvdi til oyðileggingar á íbúðir og ein dansiskúla í býnum.
Krim er ikki nøkur lítil oygg. Hon er størri enn alt Ísrael og eitt vet minni enn Jútland, sum er umleið 2/3 av Danmark.
Á Krim-hálvoynni eru umleið 2,4 milliónir íbúgvar.
Ukrainsku myndugleikarnir vita í morgun at siga, at tvey fólk - tveir menn, 48 og 72, ára gamlir, eisini hava latið lív í einum russiskum álopi í nátt.
Hetta var eitt dronuálop í BIlopillja-økinum í landnyrðingspartinum av Ukraina, bert fimm kilometrar úr markinum til Russlands.
Kelda til hesi tíðindi er ukrainski leiðarin fyri hernaðarumsitingini í Sumy-regiónini, Oleg Grygorov.











