Ein ung genta verður funnin deyð, flótandi á einum lítlum vatni í Djúpadali. Hon er nakin og pakkað inn í plast. Onkur, sum kendi hana, hevur dripið hana.
Soleiðis byrjar nýggja ungdómsbókarøðin 3 VINKONUR. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur, og vit fáa forsøguna til morðið at vita, dag undan degi. Bara eitt er vist – tann dripna er ein av teimum fýra høvuðspersónunum, ið eru: Vilborg, Nora, Trina og Benadikta. Men hvør teirra er tað? Og hví?
Krimirøð fyri ungdóm
Høvundur er navnframi norski rithøvundurin Kjetil Johnsen, ið við bókum sínum rúnabindur ungar gentur og dreingir. Hetta síðsta árið hevur hann brúkt til bókarøðina 3 VINKONUR, harav hann nú hevur skrivað tær fyrstu fimm. Ætlanin er at skriva í alt 10 ella 12 bøkur.
Hetta er fyrsta bókin í røðini á føroyskum. Bøkurnar eru serliga ætlaðar ungfólki millum 12 og 16 ára aldur. Jákup í Skemmuni týddi, og Forlagið Nýlendi gevur út. ”Eitt hol í sálini” er 176 blaðsíður og fæst í bókabúðum fyri 79,95 kr.
--
Myndatekstur:
"Eitt hol í sálini" varð send út sum gáva saman við stóra norska ungdómsblaðnum "Topp" í summar. Seinasta bókin er í Norra prentað í ikki færri enn 80.000 eintøkum.