- Eitt liðavrik

Hjálparvenjarin hjá Stjørnuni, Jógvan Leivur Nolsøe, var ein ógvuliga fegin maður eftir finalusigurin hjá Stjørnuni mikukvøldið, og hann ivaðist ikki í, at tað var eitt liðavrik, ið syrgdi fyri, at gullið nú kom aftur til Klaksvíkar.
- Hetta var ein dystur, har allar arbeiddu hart fyri sakini, so talan var um eitt satt liðavrik. Eg haldi, at verjurnar hjá báðum liðunum vóru serstakliga góðar, og ikki minst málverjarnir. Tað vóru bestu málverjarnir í landinum, sum spældu í dag. Fyri nøkrum árum síðani var Manuela hjá Neistanum tann besti, men eg haldi, at okkara Agne nú hevur yvirhálað hana, og báðar vístu sínar dygdir í dag, segði Jógvan Leivur eftir dystin.
Jógvan Leivur helt, at ein avgerandi munur millum liðini bæði, eru royndir, ið ein stórur partur av liðnum hjá Stjørnuni hevur.
- Okkara eru ógvuliga royndar, og tað hevur nógv at siga. Neistin hevur kanska ein breiðari  hóp enn vit, men eg haldi, at okkara lið er sterkari, og tí er tað eisini uppiborið, at vit vunnu meistaraheitið í dag, segði hjálparvenjarin hjá Stjørnuni.