Vatnsoyrar: - Jú, navnið forpliktar sjálvandi. Men vit klára at liva upp til navnið. Eingin ivi um tað, slær Egil Petersen fast.
Allir mans eru til arbeiðis henda dagin vit vitja á virkinum. Tað er skilligt at síggja, at teir hava úr at gera.
Her ræður um, at hvør maður ger sína skyldu so livast kann upp til krøvini, ið sett verða til tilfar, arbeiði og leveringstíð, bæði tá talan er um framleiðslur úr timbri ella træ/alu.
Hetta kemur ikki av ongum, tí seinastu 30-40 árini er eitt stórt arbeiði gjørt til tess at menna vindeyguni alt meiri og meiri til tann føroyska marknaðin.
- Eg tori í øllum førum at standa inn fyri, at vit liva upp til okkara navn. Vit levera bara vørur í hádygd.
Til tíðina
Áðrenn Egil kom í starv hjá H-dygd hevði hann lært til timburmann hjá Jónfinni á Plógv, og hevði haraftrat arbeitt í tvey ár á smoltstøðini á Fútakletti.
- Eg fekk tá eitt praj frá eigarunum, um eg var interessaður í at fáa arbeiði hjá teimum. Akkurát tá hevði eg ikki so stóran áhuga, men eg gekk kortini og hugsaði um tilboðið í einar tveir mánaðir aftrat.
- Tá valdi eg so at taka av, og eg má bara siga, at hetta er eitt sera gott arbeiðspláss, slær 42 ára gamli sandavágsmaðurin fast.
At byrja við arbeiddi Egil mest í tí sonevnda snikkararúminum, har tey serstøku og øðrvísi vindeyguni skuldu gerast. Nakað seinni komu nýggjar maskinur, har øll stykkini til eitt vindeyga verða gjørd. Og her hevur Egil arbeitt síðani.
- Hesar maskinurnar eru nógv effektivari. Og tað hevur eisini gjørt sítt til, at leveringstíðin er farin sera langt niður, greiðir Egil frá.
Í dag kanst tú bíleggja eitt vindeyga úr timbri, og um fýra vikur er tað liðugt og klárt at lata keyparanum. Ein onnur av uppgávunum hjá Egili er júst at tryggja, at kundin fær tað hann biður um og til avtalaða tíð.
- Hetta hevur verið til stóran fyrimun fyri allar partar, bæði fyri okkum og ikki minst fyri kundan, sum alt veit nær hann fær ta lidnu vøruna frá okkum, vísir Egil Petersen á.
Liva upp til navnið
Vindeyguni og hurðarnar hjá H-dygd eru so líðandi vorðin kend millum manna, serliga millum timburmanna. Í fyritøkuni hava tey serliga selt til Klaksvíkar og Havnar, eins og byggifyritøkur, sum t.d. Norðsetur brúka teirra vindeygu.
Slíkt kemur ikki av ongum, og Egil hevur sjálvur sína frágreiðing um, hví tað er vorðið soleiðis:
- Ja, vit skulu helst liva upp til navnið á fyritøkuni. Og tí er eingin ivi um, at okkara satsing uppá hádygd hevur givið úrslit.
- Okkara vindeygu skulu vera góð, tey skulu vera tøtt og tey skulu latast kundanum, tá tey skulu, greiðir Egil frá.
Umframt teir vanligu ordrarnar, vóru teir beint undan páskum í ferð við eina rættiliga stóra bílegging, nevniliga vindeygu til nýggja Ósáskúlan í Klaksvík.
- Tey verða eisini liðug til tíðina.
Trívist
Egil Petersen hevur starvast í fyritøkuni seinastu sjey árini. Og hetta hava verið sjey góð ár.
- Her er sera gott samanhald millum okkum, bæði millum okkum starvsfólk, og eisini millum starvsfólkið og leiðsluna.
- Leiðslan ger nógv fyri at øll skulu trívast væl í arbeiðinum, og at vit hava tað gott og stuttligt saman, greiðir hann frá.
Tey hava tí jólaborðhalda hvørjum ári; tey hava bowlað saman; hava verið útferðir og vitjað onnur virki kring landið - og ja, hugnað sær saman.
- Jú, her trívist eg væl, sigur Egil Petersen.
20. sept. 2007
Eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen keypti henda dagin feløgini, sum saman kalla seg fyri H-DYGD. Tað er Investment Banking deilidin hjá Kaupthing bank, sum hevur staðið fyri søluni.
Ættarliðskiftið er farið fram stigvíst í 2001, 03 og 05. Nýggju eigararnir eru ikki heilt ókendir á økinum. Jónberg var formaður í 1975-78, og var í starvi táið ein stórur partur av útbyggingunum av Vatnsoyra Snikkaravirki fóru fram. Tað verða Jónberg og sonurin Jóhan, sum koma at leiða virkið framyvir.
- Vit ætla framvegis at H-DYGD skal vera fremsti vindeyga- og hurðaframleiðarin í landinum, sigur stjórin, Jónberg á Mýrini.
(Kelda: H-dygd.fo)