Eitt slag av pylsubreyði er ikki egnað til mannaføði

Heilsufrøðiliga Starvsstovan biðjur fólk ansa eftir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av pylsubreyði, sum er at fáa í Føroyum.

Talan er um breyð til fanskar hotdogs, nevniliga pakkarnar, sum eita "Hatting Franske Hotdog Baguetter 6 stk."

Orsøkin til ávaringina er, at vandi fyri at pyslubreyðini eru blámuskotin og matur, sum er blámuskotin, er ikki egnaður sum mannaføði. Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tey, sum liggja inni við hesum pylsubreyðunum um at koyra tey í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.

Heilt ítøkiliga er talan um »Hatting Fransk Hotdog Baguette 6 stk.« Nettovektin e 360 gramm og talan er um sendingina, sum er best fyri dagarnar frá 10.06. í ár til og við 29.06 í ár. EAN strikukotan er 570120500760.