Føroyska U-21 landsliðið hevur í góðveðrinum í kvøld verið partur av 1-1 javnleiki ímóti Makedonia. Dysturin varð spældur á ovara vølli í Gundadali.
Eftir 1. hálvleik var málleyst. Knappar tíggju minuttir eftir hvíldina gjørdi makedonska liðið sjálvmál í púra vandaleysari støðu. Málverjin var óheppin og gleið, tá ið hann skuldi taka sær av bóltinum eftir afturlegging.
Eitt lítið korter undan leikloki javnaði Makedonia eftir skjótt umstillingsspæl.
Hallur Hansson, sum stríddist sera nógv á sentrala miðvøllinum, segði seg ikki vera nøgdan við javnleikin. Hóast mótsstøðuliðið hevði bóltin meiri enn føroyska liðið, so helt miðvallarin, at hann og liðfelagarnir høvdu havt størru møguleikarnar. Eitt nú harmaðist Hallur um, at hann fram ímóti dystarenda ikki megnaði at umseta góðan møguleika til sigursmálið.
Skoðsmálið til føroyska liðið var, at allir høvdu stríðst sum eitt lið.
Jóan Símun Edmundsson var vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna, men hann ásannaði tó, at í 2. hálvleiki var orkan ikki tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki, og at hetta bar við sær, at føroysku spælararnir sum dysturin leið, duttu ov langt aftur á vøllin.
Annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast at vinna, men hann ásannaði, at sum 2. hálvleikur leið, so vóru makedonarnir við yvirlutan. Tó iðraði hann seg um, at tað ikki eydnaðist at skora í góðum mótálopum fram ímóti dystarenda.
-Vit stríddust manniliga, og vit vóru eins tætt við at vinna sum teir. Skulu vit vinna, so mugu vit taka av, tá ið møguleikin er har, og tað gjørdu vit tíverri ikki í kvøld, staðfesti Bill Jacobsen.
Týskvøldið eiga Føroyar heimavøll ímóti Serbia.
Tá verða Klæmint A. Olsen og Karl Løkin ikki við. Teir eru leikbannaðir, tí teir í kvøld sóu gult fyri aðru ferð í hesi undankappingini.
Liðugt!
1-1
Hallur Hansson hevur sæð gult í 93.
Karl Løkin hevur sæð gult í 91.
4 minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini.
90 min.
1-1
Bogdanovi? er fyrsti makedoniski spælarin, sum hevur sæð gult.
85 min.
1-1
Føroyska liðið leggur nógv fyri í royndini at vinna fulla úrtøku. Føroysku spælararnir eru grammir, og teir hava sjálvsálit.
80 min.
1-1
Páll Klettskarð er komin inn á føroyska liðið fyri Gilla Sørensen.
Hallur Hansson hevur havt stóran møguleika, men málverjin vardi væl fyri.
77 min.
1-1: Nestorovsk 76.
Eftir føroyskt bólttap á veg í álop gjørdist innskifti Nestorovsk leysur og skoraði.
Tað stendur nógv á!
75 min.
1-0
Heini Vatnsdal hevur loyst Róald Jacobsen av. Sentralu miðvallararnir hava arbeitt sum úlvar av skóg.
Nestorovski er komin á vøllin í staðin fyri Tairi.
Í fyrstu royndini eftir innskiftingina var um reppið, at Nestorovski skoraði eitt sindur úr vinstru, men bólturin fór við síðuna av.
Nú er setningurin at halda tørn!
70 min.
1-0
Makedonarar hava lagt trýst á. Føroyska liðið megnar at spæla bóltin úr aftur brotsteiginum, men tað gongst illa at fáa samanspæl í lag, og harvið er bólturin skjótur aftur í føroyska brotsteigin. Higartil hevur Kristian Joensen havt havt gott tak á málinum.
Møguleikin lúrir fyri føroyskum mótálopi ímóti tunnu mótstøðuverjuni.
Rene Joensen er eyðsýndur, tá ið hann ferð eftir ferð sneiðir framvið fleiri mótstsøðumonnum.
65 min.
1-0
Einki kemur burtur úr, tá ið Róald Jacobsen roynir seg við frísparki.
Aleksandar Stankov er komin inn, og Trajkovski er farin út í 61. minutti.
Babunski hevði góða roynd, men bólturin fór við síðuna av málinum.
60 min.
1-0
Høgni Eysturoy avloysti í 58. minutti Klæmint A. Olsen.
Føroyska liðið hevur lyft seg eitt sindur, eftir at Makedonia gjørdi sjálvmál.
55 min.
1-0: sjálvmál 54.
Føroyar hava lagt seg á odda í Gundadali. Talan var um púra vandaleysa støðu, tá ið bólturin varð lagdur aftur til makedonska málverjan, sum var óheppin og gleð, og so sóu bæði hann og øll onnur bóltin rulla spakuliga inn um strikuna!
Rene S. Joensen hevur sæð gult eftir at hava gjørt tvey fríspørk eftir lítlari løtu.
46 min.
0-0
Alllir teir somu føroysku spælararnir eru komnir aftur á vøllin.
Á makedonska liðnum er Feran Hasani komin á vøllin í staðin fyri Akovski
Hálvleikur
45 min.
0-0
Føroysku spælararnir hava arbeitt nógv, og tí kemur steðgurin væl við. Tað tykist sum um, at Hallur Hansson og Róaldur Jacobsen eru eitt sindur skaðaplágaðir.
40 min.
0-0
Makedonia hevur havt tvær góðar royndir. Rógvi Holm hevur havt roynd ímóti málinum, og Róaldur Jacobsen sendi við síðuna av málinum.
35 min.
0-0
Klæmint A. Olsen sá gult í 32 minutti.
30 min.
0-0
Makedonia hevur havt yvirvág síðstu løtuna, men tað er framvegis málleyst.
Jóan Símun Edmundsson hevur sæð gula kortið í 29. minutti.
20 min.
0-0
Miðverjin Rógvi Holm hevur havt fyrstu føroysku royndina, og síðani hevur Rene Joensen havt fínt gjøgnumbrot í høgru. Hann sneiddi framvið trimum, men tað kom einki burturúr, tí innleggið var ikki nóg neyvt.
15 min.
0-0
Føroyska liðið hevur verið undir eitt sindur av trýsti síðstu løtuna, uttan at tað tó hevur verið rættuliga vandamikið.
10 min.
0-0
Føroyska liðið er væl skipað. Í verjustøðu í 4-4-2 skipan og í álopsstøðu í 4-3-3 støðu.
Føroyar seta dám á, og í trimum førum er talan vorðin um spentar støður eftir long innkast.
5 min
0-0
Talan hevur longu verið um spentar støður frammanfyri báðar brotsteigarnar. Føroyingarnir hava verið eitt sindur grammari enn mótstøðumenninir. Føroyingar tykjast leggja stóran dent á at gera skjótt av í umstillingarspælinum.
Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í U-21 EM undankappingardystinum, sum verður í Gundadali, har Føroyar taka ímóti Makedonia.
Í november vann Makedonia 1-0 á heimavølli ímóti Føroyum.
U-21 landsliðsvenjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, hava gjørt av, at hesir ellivu skulu leggja fyri á føroyska liðnum: Kristian Joensen, NSÍ - Rene S. Joensen, Brøndby, Rógvi S. Holm, HB, Erling Jacobsen, Víkingur, Viljormur Davidsen, FC Fyn - Karl Løkin, ÍF, Hallur Hansson, HB, Róaldur Jacobsen, B36 - Klæmint A. Olsen, NSÍ, Jóan Símun Edmundsson, Stavanger, Gilli Sørensen, TB
Átta av hesum eru fastir menn í fremstu røð í føroysku kappingini. Rene S. Joensen og Viljormur Davidsen spæla í Danmark, og Jóan Símun Edmundsson spælir í Stavanger ´í bestu norsku deildini.
Á beinkinum siga Hans Jørgensen, Páll Klettskarð, Heini Vatnsdal, Jan Ó. Ellingsgaard, André Olsen, Høgni Eysturoy og Kaj Leo í Bartalsstovu.
Harvið er tað greitt, at HB málverjin Teitur M. Gestsson í kvøld er millum áskoðararnar saman við Sørmundi Kalsø, KÍ, Dánjali á Lakjuni, ÍF, og Boga R. Petersen, Vejle Boldklub Kolding.
Makedonia: Filip Gacevski - Kirce Ristevski, Goran Siljanovski, Goran Bogdanovi?, Aleksandar Trajkovski, Flamur Tairi, Samir Fazli, Zeni Husmani, Stefan Akovski, David Babunski, Antonio Stankov
Á beinkinum eru Stole Dimitrievski, Jasmin Micinovi?, Ilija Nestorovski, Feran Hasani, Marjan Altiparmakovski, Darko Micevski, Aleksandar Stankov
Líkindini at spæla fótbólt eru rættuliga góð á ovara vølli í Gundadali.
Føroyingarnir eru í hvítum búnum, og makedonararnir eru reyðklæddir.
Dómarakvartettin er úr Litava: Nerijus Dunauskas, Arturas Pipiras, Dovydas Suied?lis og Jurij Pakovskij.