Tað eydnaðist ikki Skála at fáa fulla úrtøku, tá ið skálamenn vóru favorittar á heimavølli ímóti botnliðnum VB/Sumba.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Teitur Tausen til 1-0 til VB/Sumba eftir hornaspark.
VB/Sumba hevði fleiri møguleikar fyri at økja um leiðsluna, men í staðin var tað Skála, sum javnaði eftir snarálop. Málskjútti var Slavisa Kaplanovic, eftir at Obi og Pauli G. Hansen høvdu staðið fyri uppspælinum.
Síðstu løtuna var tað ikki serliga samanhangandi fótbóltsspæl, og talan var ikki um upplagdar málmøguleikar.