- Almenn partafeløg fáa ikki bara heimild at hækka lønina hjá stjórunum munandi. Tey fáa eisini fríar ræsur at siga starvsfólki upp. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum ávarar staðiliga ímóti at umskipa almennar stovnar til almenn partafeløg. - Tað er eitt stórt afturstig fyri starvsfólkið, sigur hon. Les eisini: P/F skerd starvsfólkarættindi Eitt av teimum stóru afturstigunum er, at tá ið almennir stovnar verða umskipaðir til almenn partafeløg, missa starvsfólkini tey flestu rættindini tey hava í sambandi við uppsagnir - Fyrisitingingarlógin, sum tryggjar, at starvsfólk verða hoyrd, og at uppsagnirnar verða grundgivnar á lógligan hátt, er ikki galdandi fyri almennu partafeløgini, sigur Selma Ellingsgaard. - Krøvini um, at avgerðinar skulu vera neyðugar og lógligar og fylgja góðum fyrisitingarsiði, og at arbeiðsgevarin skal fylgja starvsfólkapolitikki landsins, galda heldur ikki. Hon staðfestir turrisliga, at leiðslurnar í almennu partafeløgunum hava sostatt ikki einans fingið heimild at skrúva stjóralønirnar upp. - Tær hava eisini fingið sera fríar ræsur at siga sínum starvsfólki úr starvi. Hon vísir á, at álvarin málinum kemur serliga væl til sjóndar, tá ið samanborið verður við støðuna í Danmark. - Í Danmark staðfesta funktionerlógin, og fleiri av høvuðsavtalunum, at uppsagnir á privata arbeiðsmarknaðinum skulu vera rímiligar. Tað merkir, at krøvini til, at uppsøgnin á privata arbeiðsmarknaðinum, er saklig, líkist kravinum á almenna arbeiðsmarknaðinum og tað er eisini kjølfest í drúgvari rættarvenju. - Men slíkar reglur, og slíka verju, hava vit ikki á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, har lógin um starvsmenn stórtsæð hevur verið óbroytt síðani 1958. - Hendan støðan ger, at afturstigið fyri starvsfólkini verður serliga stórt, tá ið arbeiðsplássið blívur til eitt partafelag, sigur Selma Ellingsgaard. |