Eivør er kvalitetur!

Danish Radio Big Band & Eivør Pálsdóttir framførdu eina framúr konsert. Áhoyrararnir kunnu ikki annað enn frøast um eina sjáldsama góða konsert, og longu nú merkja vit, at songkvinnan úr Gøtu er í heimsklassa

Rókur Jákupsson Jakobsen

Tað er eftirhondini ein sjáldsom luksus hjá føroyingum at uppliva Eivør "live", og tískil er tað gravgangur eftir atgongumerkjum, tá ið hon vitjar her heima. Og soleiðis var eisini hesaferð, nú Eivør skuldi vísa síni kynstur saman Danish Radio Big Band í Læraraskúlahøllini. Saman spældu tey fólkatónleikakend løg hjá Eivør í jazzuttum hami.
Eivør og Bigbandið løgdu frá landi við eini sterkari útseting av lagnum "Nú brennur tú í mær". Hetta er helst mest hoyrda lagið av "Trøllabundin" fløguni, og hetta er ikki uttan grund. Orkestrið svingar væl í lagnum, og tað sleppur eisini væl framat. Ikki tí, sjálvt tá ið teir ikki blástu alt út, so hoyrdist tað, at teir alla tíðina vóru til staðar. Teir leggja tónar, fraseringar og hitað tónleikin væl. Tað er kanska júst hetta sum ger, at Danish Radio Big Band er í heimsklassa. Teir eru nærlagdir, og har er ongin tilvild í tónleikinum. Teir eru sera ruddiligur í sínum stíli, og ongin tóni verður spældur uttan grund.
Konsertin var stílrein og 100% skipað. Tað einasta lagið sum sleit heilt frá tí reyða tráðnum var triðja lagið. Hetta var eitt instrumental lag, sum skuldi seta futt í áhoyrararnar, og hetta riggaði eisini, tí at nógv byrjaðu at klappa í takt við orkestrinum. Sjálvur haldi eg, at hetta var eitt malplasera lag í eini annars stílreinari konsert.
Hóast big band traditión ofta verður knýtt at jazz tónleiki, so má ein ásanna at instrumentala improvisatiónin ikki fekk nógv rúm á hesi konsert. 95% av allari konsertini var niðurskriva á nótablaðið, so hetta var eitt stórt maskinarí sum koyrdi frá byrjan til enda. Tá ið onkrar solo´ir vóru spældar, merkti tú eisini styrkina í hesum. Tað óvæntaða, sum ger tónleikin so livandi, kom veruliga til sjóndar tá ið hesir frálíku tónleikarar fingu høvi at vísa sínar improvisatorisku dygdir. Men hetta var alt ov sjáldan, haldi eg. Konsertin var eitt programmerað show, og sjálvt práti millum løgini var tilrættislagt. Her vóru komisk innsløg, har ið ljómborðsleikarin fekk nøkur snarskeið í føroyskum málburði, og hetta dámdu áhoyrarunum væl.
Eivør skaraði framúr
Hóast orkestrið var framúr gott, so var ongin ivi um, hvør ið var stjørnan. Eivør inntók pallin, og hennara leiklutur var at leggja gandin afturat tónleikinum. Og enn einaferð skaraði framúr hon. At hon hevur einastandandi songgávur, er ongin ivi um. Hennara rødd riggaði væl aftur við heitu akustisku ljóðførinum, og har var ikki eittans lag, hvar Eivør ikki fekk høvi at leypa upp í hæddirnar. Hetta at Eivør so ofta fór at upp um høga C´ið, gjørdist tó til tíðir ørkymlandi, tí at onkutíð helt undirritaði, at tað hevði klætt lagnum betri, at ligið á melodiinum. Tað tyktist sum um Eivør onkuntíð setti røddina ov nógv í fokus, heldur enn at lata lagið hvíla í sær sjálvum. Hetta var eitt sindur keðiligt, tí at onkur av løgunum høvdu verið vakrari og snøggari, um tey vóru hildin longur niðri. Tá ið lagið "Om jeg vågar" byrjaði, hoyrdi tú hvussu góður tónasmiður Eivør er. Lagið er ótrúliga vakurt. Tað er eisini gleðiligt at Eivør hevur skrivað lagið á svenskum. Eftir at hava hoyrt lagið, kann ein slettis ikki ímynda sær lagið á øðrum máli.
Samanum tikið kann ein ikki siga annað enn, at hetta var ein sera góð konsert. Vit kunnu faktiskt ikki krevja nógv meiri av eini konsert. Eitt væl spælandi big band, og ein hugtakandi songkvinna gevur eina heild, sum vit ikki kunnu seta fingur á. Vit hava ofta lyndið til at gloyma, at okkara stjørna enn er rættiliga ung. Eivør hevur verið ein týðandi agentur á føroyska tónleika pallinum síðan hon festi seg í okkara hjørtur í 1999, tá hon saman við Clickhaze vísti seg fyri okkum. Men hóast tað eru 6 ár síðani, so er Eivør enn ung, og tískil eitt listafólk í menning. Hon er ótrúliga dugnalig nú....hvussu verður um 5 ár? Vit mugu virða hesa ungu kvinnu - hon er okkara gimsteinur.