Eivør Pálsdóttir er blivin meira virkin í Danmark seinastu tíðina, og nú er hon blivin partur av einum samstarvi millum nakrar av fremstu sangskrivarunum í Danmark.
Steffen Brandt, sangari í TV2, Lars H.U.G., Dicte og Henriette Sennenvaldt, sum er kend frá bólkinum Under Byen, eru solistar, og tey spæla sín tónleik saman við Midtvest Ensamble, sum er mannað við fýra strúkarum.
Samstarvið byrjaði til mentanarvikuna á Bornholm í 2004.
Hava fleiri framførslur
Eivør Pálsdóttir var ikki við fyrstu tíðina, men nú er nú sloppin upp í part tí góða selskapinum.
? Eivør er tann nýggja í flokkinum, og hennara norðuratlantiska bakgrund og dramatiski dámur passar fantastiska væl inn í samanhangin, sigur Steffen Brandt, sum er listarligur leiðari í samstarvinum.
Fyrr í vikuni spældu tey á Bornholm, og tey skulu aftur í september spæla har í sambandi við mentanarvikuna á oynni.
Hóskvøldið spældu tey til fyrstu konsertin á tí sonvenda SPOT festivalinum, sum verður hildin í Århus. Konsertin var í Musikkhúsinum.