Frá 9.-21. oktober hevur Eivør havt fleiri konsertir kring Noreg. Fyrsta konsertin var sýnd á stóru norsku sjónvarpsrásini NRK. Tað var eisini NRK, ið skipaði fyri konsertunum. Konsertirnar vóru við bæði donskum, norskum og føroyskum tóneilkarum, har Eivør var einaumboð fyri Føroyar.
Ì gjár, í dag og í morgin hevur Eivør tríggjar konsertir á ymsum støðum í Danmark, áðrenn hon vendir nøsina heimeftir aftur, og hevur eina konsert í Føroyum. Eftir stutta steðgin í Føroyum gongur leiðin til Íslands, har Eivør skal hava eina stóra konsert í sambandi við, at íslendski Sparisjóðurin fyllir 100 ár. Hetta verður seinasta konsertin hjá Eivør í ár, tí í desember fer hon á vælumtókta jólatourin við DR Big Band, eins og hon fyrr hevur gjørt.
Fyrsta konsertin síðani 2004
Hóskvøldið 8. november fer Eivør á pall í samkomuhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta er fyrsta Eivør-konsertin í Føroyum, síðani hon hevði útgávukonsert saman við Bill Bourne og jólakonsert saman við Pætur við Keldu í 2004. Síðani tað, hevur hon fleiri ferðir framført í Føroyum, men ikki havt sína egnu konsert.
Tá Eivør fer á pall komandi hóskvøld, hevur hon føroyskt orkestur við sær. Edvard N. Debess, Rógvi á Rógvu, Benjamin Petersen, Ása Wraae verða á palli saman við Eivør. Harumframt verða eisini Graham Henderson kemur úr Fraklandi at spæla keyboard og Chris Herzberger kemur úr Týsklandi at spæla violin.
Á konsertini fer Eivør at spæla løg av nýggjastu fløguni Mannabarn, eitt úrval av gomlum løgum, umframt nøkur heilt nýggj løg, sum ikki hava verið at hoyrt áður.
Tað verður bert ein konsert í Føroyum, tí longu fríggjadagin fer bólkurin víðari til Íslands at spæla.
Atgongumerki til konsertina í Hoydølum kunnu keypast á Kunningarstovuni í Havn og á Kunningarstovuni í Runavík frá mánadegnum 29. oktober. Tey, ið vilja á konsertina, mugu skunda sær, tí tað er avmarkað atgongd.