Eivør sum gestaleikari í stórari sjónvarpsrøð

Føroyska sangrinnan hevur við sínum tónleiki givið stórt íkast til stóru sendirøðina, og nú hevur hon fingið heiðurin at vera við sum týðandi statistur í nýggju sesongini av The Last Kingdom

9. mars kemur nýggja og seinasta sesongin av bretsku sendirøðini The Last Kingdom, sum verður víst á Netflix.

 

Í fyrsta parti verður ein heilt serligur gestaleikari við í byrjunarsenuni - nevniliga føroyska Eivør Pálsdóttir. Hon hevur fingið leiklutin sum ein av týðandi statistunum í senuni, har hon er millum stríðsfólkini hjá "Bridu".

 

Hetta fortelur stjørnuleikarin Emily Cox, ið spælir Brida, í einari samrøðu við RadioTimes. Emiliy Cox fortelur í samrøðu við miðilin um eitt minni við Eivør:

 

– Tað var fantastiskt, tí tað var øgiliga tíðliga um morgunin, umleið klokkan 05, og vit vóru nakað so móð. Men so spældu hesi fólkini trummur, og Eivør sang onkrastaðni í Ungarn. Eg hevði ongantíð møtt henni persónliga, haldi eg, so at møta henni og bara práta við hana var deiligt, sigur hon.

 

Eivør hevur saman við skotska tónaskaldinum, John Lunn, gjørt tónleikin til sendirøðina, og tað hevur hon fingið nógv rós fyri. 

 

Miðilin RadioTimes skrivar soleiðis:

 

– Tað er bara hóskandi, at Eivør fær hendan leiklutin, áðrenn sendirøðin endar, nú tá hon hevur givið eitt so stórt íkast til røðina, síðan hon byrjaði í 2015.

 

Sjónvarpsrøðin The Last Kingdom fylgir unga bretanum Uhtred of Bebbanburg, ið er uppvaksin millum víkingarnar. Men seinni í lívinum verður hann noyddur at velja, hvørja síðu hann stuðlar í stríðnum millum eingilsmenn og víkingarnar. The Last Kingdom er at síggja á stroyminstænastuni, Netflix, og er gjørd í samstarvi við BBC. 

 

Hevur tú enn ikki sæð og hoyrt eyðkennislagið til The Last Kingdom, so kanst tú hoyra tað her:

 

##med2##