El-bilar: Kanningin er óbrúkilig

- Kanningin hjá týsku granskarunum er full av feilum, sigur Christina Bu hjá El-bilafelagnum.

 

El-bilafelagið heldur, at týsku granskararnir, sum hava kannað munin millum CO₂ útlát hjá el-bilum og diesel bilum, hava brúkt tøl, sum gera, at el-bilurin verður gjørdur so skitin sum gjørligt, meðan roynt verður at gera tað øvuta við kanningini av diesel-bilum.

- Kanningin hjá týsku granskarunum er full av feilum, og grundarlagið fyri samanburði millum el-bilar og diesel-bilar er heilt við síðuna av, sigur Christina Bu, aðalskrivari í El-bilafelagnum.

Tað var heimasíðan www.E24.no, sum í gjár endurgav úr kanning, sum týskir granskarar hjá Ifo (Institute for Economic Research) í München hava gjørt. Kanningin vísti, at el-bilar hava størri CO₂ útlát enn diesel-bilar.

Umrødda kanning fevnir um týskar bilar - og ikki norskar - vísir heimasíðan á.

Týsku granskararnir hava gjørt eina sonevnda "lívsskeiðs-kanning", har teir hava roknað orkuna, sum brúkt verður til løðing av el-bilinum, uppí útlátið. Men, í Týsklandi kemur ein stórur partur av orkuni frá kolorkuverkum.

Útrokningarnar vísa, at Tesla Model 3 hevur millum 11 og 28 prosent størri CO₂-útlát enn eitt nú ein diesel-bilur av merkinum Mercedes 220d. Kanningin hjá týsku granskarunum hevur ført til yvirskriftir bæði í Týsklandi og Noregi.

Christina Bu hjá El-bilafelagnum vísir á, at størsti feilurin við týsku kanningini er, at battaríið skal skiftast út eftir 10 árum og við 150.000 kilometrum. 

- Enn ikki bilaframleiðarin sigur, at livitíðin hjá battaríunum bert er tíggju ár, og vit hava longu í dag el-bilar, sum hava koyrt úti á vegunum longri enn tað. Haraftrat hevur battaríið eitt "lív" nummar tvey - uttan fyri el-bilin - sum ger, at veruliga livitíðin er nógv longri enn tíggju ár.

Týsku granskararnir, Christoph Buchal, Hans-Dieter Karl og Hans-Werner Sinn, komu í sínari kanning eftir, at útlátið frá el-bilum, tá orkuverkið aftan fyri løðingina av bilunum og sjálv framleiðlan av bilunum verður tikin við, er størri enn útlátið frá diesel-bilum.

- Tá allir faktorar eru tiknir við - eisini streymurin sum krevst fyri at løða el-bilin - er útlátið frá einum Tesla í Týskland millum 156 og 180 gram CO₂ fyri hvønn kilometur móti 141 gram CO₂ fyri hvønn kilometur hjá einum Mercedes 220-dieselbil, siga granskararnir.

Thor Egil Braadland, ráðgevi hjá NAF, stuðlar Christinu Bu í, at lítið hald er í frágreiðingini hjá týsku granskarunum. Hann vísir á, at umrøddu granskarar ikki hava tikið við umhvørviskostnaðir av ymiskum lutum í diesel-bilunum, sum el-bilurin ikki hevur.

Her hugsar Thor Egil Braadland eitt nú um motorin í diesel-bilum og eksosanleggið.

- Granskararnir hava heldur ikki tikið við, at el-bilar krevja minni viðlíkahald, sum stendst av, at "rørslu-lutirnir" í einum el-bili eru færri enn í einum diesel-bili, sigur Thor Egil Braadland, sum eisini vísir á, at flestu kanningar hava prógvað júst tað øvuta av tí, sum týsku granskararnir eru komnir eftir.

Meira kann lesast um hetta á www.E24.no.