Eldrafelagið úr Hveragerði á vitjan á Toftum

Eldrafelagið úr Hveragerði vitjaði á Toftum hósdagin 25. sept.

Nes kommuna og Hveragerði eru vinarbýir. Avtalan um vinarbýarsamstarv kom í lag í 2004 og hevur sum endamál – sum tað stendur í upprunaskjalinum:

 

  1. Upprætta, styrkja og varðveita vinarlig samstørv og sambond við hvønn annan
  2. Fremja sínámillum fatan, virðing og vinarlag ímillum borgararnar í Hveragerði og Nes kommunu
  3. Sínámillum skifti og vitjan av ungdóms- og vaksnamannafeløgum og bólkum annars
  4. Samskifta og upplýsa um viðurskifti hvørt hjá øðrum á mentanarligum, samfelagsligum og annars øllum økjum, ið kunnu varðveita og menna vinarlag okkara millum

 

Hesa vikuna hevur eldrafelagið úr Hveragerði verið á vitjan í Føroyum, og hósdagin vóru tey á Toftum.

 

Seinnapartin vóru tey í Undirhúsinum, í Navia og í Fríðrikskirkjuni.

 

Hóskvøldið skipaði Eldrafelagið á Toftum fyri hugnaligari samkomu á Svangaskarði, har Súni í Hjøllum, borgarastjóri, hugleiddi um vinarbýarsamstarvið og um gongdina í Nes kommunu.

 

Formaðurin í eldrafelagnum úr Hvergerði helt røðu og handaði minnisgávu til Eldrafelagið á Toftum og til Nes kommunu.

 

Janus Jensen, sum leiddi kvøldið, greiddi frá um eldrafelagið á Toftum og um sluppina Annu, sum fórst undir Íslandi í 1924.

 

Helgi og Karl Johannesen greiddu frá um byggifyritøkuna KBH og teirra arbeiði.

 

Sum altíð til hesar samkomur hjá Eldrafelagnum á Toftum, so var góður felagssangur við hugnaligum tónum frá JJ-band.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##