VIDEO: Wisla Plock leikti javnt á heimavølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-GKS Katowice 1-1 (1-0)

 

 

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock í dysti í bestu pólsku fótbóltsdeildini tóku móti GKS Katowice á Orlen leikvøllinum í Plock.

 

Zan Rogelj legði Wisla á odda beint undan steðginum, tá eitt skot hjá honum rakti ein verjuleikara, so bólturin skifti kós, og fór uppum málverjan hjá Katowice og í netið til 1-0.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Katowice, tá málverjin hjá Wisla, Rafal Leszczynski spældi bóltin í føturnar á einum áleypara hjá Katowice, ið sendi bóltin í tóma málið til 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum. 

 

Hetta er fyrsta stigið Wisla Plock fær aftaná tvey tap á rað í bestu pólsku deildini. Wisla er nummar trý í deildini við 17 stigum. Teir eru tó bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Gornik Zabrze.

 

Komandi fríggjadag klokkan 17 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Lechia Gdansk.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-GKS Katowice 1-1 (1-0):

 

##med2##