Smáir 900 áskoðarar vóru upp á pláss, tá Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku móti TIK Taastrup í Lolland Bank Arena høllini.
Suðuroyggjamenn vunnu í kvøld fjórða sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin endaði við trivaligum 35-26 sigri til Team Sydhavsøerne, ið var á odda 19-13 í steðginum.
Pauli skoraði trý mál, og Pætur skoraði tvey mál.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Suðuroyggjamenn hava tvey stig upp til oddaliðið, Midtjylland sum hevur 10 stig.
Komandi leygardag klokkan 14 taka Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel móti Team Sydhavsøerne á heimavølli.