Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona leiktu í kvøld triðja dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Í øðrum dystinum á heimavølli í Brinova høllini í Karlskrona eydnaðist HF Karlskrona at vinna 36-34 á gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered. Í steðginum var Karlskrona á odda 19-18.
Tróndur skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir.
Karlskrona hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Longu mánakvøldið klokkan 18 skal Karlskrona í eldin aftur. Tá skulu teir royna seg á útivølli móti Kristianstad.