Eldur kyknaði í nátt í einum kjarnorkuverki nærindis russiska býnum Kursk.
Eldurin er ikki ein trygdarvandi.
Tað boðar tíðindastovan hjá kjarnorkuverkinum frá, sambært russisku sjónvarpsstøðini REN TV.
Eldurin kyknaði í eini transformaraeind, sum ikki er partur av kjarnorkuverkinum sjálvum.
Tað er ikki greitt, hví eldur kom í.
Verkið er eitt av størstu kjarnorkuverkunum í Russlandi.
Kjarnorkuverkið liggur umleið 40 kilometrar vestan fyri býin Kursk, sum er høvuðsstaður í Kursk-landslutinum.
Kursk-økið hevur mark til Ukraina, sum Russland legði á fyri hálvum triðja ári síðani.
Russiska flogverjan boðaði frá, at tey hava skotið eina ukrainska dronu niður nærhendis kjarnorkuverkinum, skrivar russiska tíðindastovan Interfax.
Seint á sumri í fjør byrjaði Ukraina álop í Kursk-økið.
Ukrainski herurin hevur áður sagt, at virksemið hjá herinum í Kursk var fyri at forða Russlandi í at senda eitt munandi tal av hermonnum til eystara Donetsk-økið í Ukraina, har nakrir av harðastu bardøgunum fara fram.
Ukraina tók fleiri bygdir, men Russland sendi styrki til økið, og í vár boðaði Russland aftur frá at hava fult vald á Kursk.
Fleiri túsund norðurkoreanskir hermenn luttóku í bardøgunum á russiskari síðu.
Umframt at senda hermenn til Russlands, kom fram í juni, at Norðurkorea fer at senda 5.000 byggiarbeiðarar og 1.000 minuruddarar til Kursk-økið.
Tað segði fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, Sergej Shoigu, sum nú er leiðari í russiska trygdarráðnum, á vitjan í Norðurkorea.
Teir umleið 6.000 norðurkoreararnir skulu hjálpa til við endurbyggingini av Kursk og ruddingini eftir ukrainska álopið.
Ritzau/Reuters