Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er framvegis vísur í, at amerikanarar kunnu mekla eina avtalu um at enda kríggið í Ukraina.
Í samrøðu við NBC News sigur hann, at "vit halda, at vit longu hava sæð nakrar týðandi játtanir frá báðum pørtum, bara seinastu vikurnar".
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið ein stóran leiklut í royndini at fáa Ukraina og Russland í samráðingarfrið.
Seinastu vikurnar hevur hann havt fundir við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, russiska forsetan, Vladimir Putin, og fleiri evropeiskar leiðarar.
Men tosið um ein møguligan fund millum ukrainska og russiska leiðaran er enn bara blivið til tos.
Í samrøðuni sigur J.D. Vance, at "vit gera framstig".
- Eg segði ikki, at teir hava givið alt, sigur Vance og vísir til Russland.
- Men tað, tey hava givið upp, er viðurkenningin av, at Ukraina ynskir økisligan integritet kríggið.
- Tey hava viðurkent, at tey ikki fara at kunna seta upp marionettstýri í Kiev. Tað var sjálvandi eitt týdningarmikið krav í byrjanini, sigur varaforsetin.
Kríggið í Ukraina hevur vart umleið 3,5 ár og byrjaði við, at Russland gjørdi innrás í grannalandið.
/Ritzau/