Í nátt kom eldur í eitt stórt russiskt oljureinsiverk í útnyrðingspartinum av Russlandi. Talan er um Kirisji-2 oljureinsiverkið, sum er eitt av teimum størstu í landinum.
Guvernørurin í Leningrad-regiónini, Alexander Drozdenko, sigur, at eldurin stóðst av leivdunum av einari niðurskotnari ukrainskari dronu.
- Eingin er løstaður í álopinum, leggur guvernørurin aftrat.
Sagt verður, at oljureinsiverkið reinsar 355.000 føt av olju um samdøgrið, og verkið stendur fyri 6,4 prosentum av samlaðu russisku framleiðsluni.
Hesi tíðindi bera útlendskir miðlar í morgun og vísa til guvernørin í Leningrad-regiónini. Seinni í morgun váttar ukrainski dronukommandørurin, Robert Brovdi á Telegram, álopið.
Russisku myndugleikarnir hava ikki gjørt viðmerkingar til álopið, men russiska tíðindastovan Ria Novosti sigur á Telegram, at eldurin er sløktur. Tíðindastovan sigur, at tríggjar ukrainskar dronur vórðu skotnar niður í økinum.
Reuters veit at siga, at prísirnir á brennievni í Russlandi eru øktir við 25 prosentum seinastu mánaðirnar, og hildið verður, at orsøkin til príshækkingarnar hevur samband við mongu ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk seinastu tíðina.
##med2##