Tveir bilførarar á Sandi vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring í gjár. Um hálvgum eitt tíðina í nátt tók løgreglan tveir steðgaði løgreglan at kalla um somu tíð tveimum bilium á Sandi, har bilførarnir vórðu kannaðir fyri rúsdrekkakoyring. Tað vísti seg, at báðir høvdu drukkið ov nógv til at kunna koyra bil, og teir vórðu tí handtiknir, skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd tikin.
Seinnapartin í gjár var eisini ein bilførari steðgaður í Havn og kannaður fyri rúsdrekka. Tað vísti seg, at hann hevði drukkið ov mikið og varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
##med2##
Beint fyri klokkan 5 í morgun var tað ein persónur, sum helt tað var smart at ganga út av vegin framman fyri ein løgreglubil og spýta eftir bilinum. Hann er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fekk 1.500 krónur í bót fyri tað.