Tað vóru ung fólk, sum hugnaðu sær við at koyra runt í bygdini við prutlum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var gott veður, og í tí hoyrdust prutlini sera væl og órógvaðu harvið náttfriðin í bygdini.
Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á onkur av hesum ungu fólkunum.
– Vit tosaðu við eini fimm teirra og greiddu teimum frá, hvussu hesin gangur fer gjøgnum mønu og merg hjá fólki, sum bara vilja hava náttarfrið, sigur vaktleiðarin.
Einki prutl varð tikið, sigur vaktleiðarin, sum heldur, at tey ungu eiga at hugsa meira um náttarfriðin.