Eldur í hús á Tvøroyri

ELDUR Tíðliga í morgun kom eldur í eini sethús á Tvøroyri

Tað var klokkan 8.56, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldurin var í læknahúsunum í Sjúkrahúsbrekkuni á Tvøroyri, sigur Jaspur Vang, økispolitileiðari í Suðuroy.
Sløkkiliðið og løgregla vóru skjót á staðnum og fekk bast eldinum áðrenn hann gjørdi nakað serligt av skaða.
Tað tók ein góðan hálvan tíma at basa eldinum og fáa tamarhald á støðuni.
Men hóast sjálvur eldurin ikki gjørdi so nógv um seg, stóðst rættiliga nógvur roykur av ehonum. Sostatt eru húsini eru illa merkt av tí, tí roykskaðin er umfatandi.
Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari, sigur, at eldurin kyknaði í eymhettuni og fór nakað upp eftir, men hvør orsøkin var, dugir hann ikki at siga.