Eldur í á Norðasta Horni

Eldur er í húsum á Blankagøtu.

Tá in.fo ringdi til løgregluna fyri løtu síðani fyri at frætta um eldsbrunan á Norðasta Horni í kvøld, kundi vakthavandi ikki í smálutum greiða frá støðuni, tí enn vóru løgreglumenn á staðnum, og tískil ikki afturkomnir á støðina.

 

Tó visti løgreglan at siga, at talan er um eini hús í Blankagøtu á Norðasta Horni í Havn.

 

Boðini komu inn klokkan 19:08. Tá soleiðis er, so verður brunalið sent avstað, umframt sjúkrabilur og sjálvandi løgregla.

 

– So hetta kann lættliga geva eitt sindur av larmi, sigur vakthavnandi, ið eisini veit at siga, at tíbetur er ongin innibrendur, og talan er ikki um stóran skaða.

 

Enn veit løgreglan ikki meira at siga, men nærri kanningar um orsøk og annað verða gjørdar í morgin.