Eldur í norskari flóttafólkalegu

Eingin fekk skaða, tá eldur í nátt kom í eitt gistingarhús, sum skuldi hýsa 40 børnum, sum hava biðið um friðskjól í Noreg.

 

Eldur kom í nátt í eitt gistingarhús í Lindås í Noreg. Gitstingarhúsið skuldi eftir ætlan nýtast sum fyribils flóttafólkamóttøka, sigur løgreglan sambært norsku tíðindastovuni NTB.

 

Tað var í matstovupartinum av Hotell Lune Huler norðan fyri Bergen, at eldurin kyknaði. Logarnir breiddu seg skjótt til gistingarhúspartin, sigur løgreglan í Hordaland.

 

– Vælmannað sløkkilið er á staðnum, og tamarhald er á støðuni, men bygningarnir standa ikki til at bjarga, segði løgreglan.

 

Sum skilst skuldi gistingarhúsið á nýggjárinum hýsa í minsta lagi 40 ómyndugum friðskjólsumsøkjarum, sum ongan vaksnan hava við sær í Noreg.

 

Einki er frætt um fólkaskaða, men tveir persónar vórðu sæddir inni á gistingarhúsinum stutt fyri eldin.

 

Orsøkin til eldin er enn ókend. Ein bilur varð sæddur í økinum, men greitt er ikki, um hann hevði nakað við eldin at gera. Tað er løgreglan í ferð við at kanna.

 

– Vit hava varðlið í økinum, sum kann tað, sum skal kannast, sigur Terje Magnussen, vaktleiðari hjá løgregluni við NTB.

 

Í Svøríki hava í heyst fleiri eldar verið í verandi ella komandi heimum fyri flóttafólk.