Í dag klokkan 16 letur upp forvitnislig framsýning í Smiðjuni í Lítlivík. Eli Smith, børn hansara og svágurin Ólavur á Váli sýna fram tekningar og málningar. Afturvið verður tónleikur, ið børnini standa fyri, tá framsýningin letur upp klokkan 16.
Børnini eru Napoleon, 11 ár, Líggjas, 10 ár og Anna, ið er 7 ár. Tey eru virkin í Musikskúlanum. Børnini hava verk við á framsýningini og eru tað t.d. fuglar og blómur, ið hugtaka ety.
Ólav á Váli kenna mong sum framúr góðan sangara, men hann er eisini kringur við penninum. Á sýningini eru tekningar av skipum, ferðatekningar, sjálvsmyndir og myndir av persónum, ið standa honum nær. Eisini føroyski báturin hugtekur Ólav.
Eli Smith hevur funnið nakrar av tekningunum hjásvágrinum fram, tí hann metir tær at hava uppiborið at verða sýndar fram og sum Eli tekur til, so er Ólavur ikki tann, ið sjálvur troðkar seg framat. Saman hava teir báðir Eli og Ólavur gingið á listaháskúla saman, ferðast saman og sýnt fram saman.
Blátt
Eli, ið hevur egið atelier í hugnaligu húsum sínum í Havn, málar nógv. Talan er ofta um acrylmáling, men eisini oljukrit, umframt, at hann eisini tekst við at tekna. Hann hevur áður sýnt fram, t.d. í Listaskálanum í 1996.
Acrylmálningarnir , ið hann nú sýnir fram, eru allir frá í ár.
Ein fer ikki skeivur, um ein sigur,at Eli er glaður fyri litir. Men hóast málningarnir eru litríkir, so megnar Eli at temja litirnar, ið ofta hava ein døkkan dám, so myndin ikki tekur áskoðaran av fótum.
Blátt gongur aftur í fleiri myndum og ofta er talan um mynd, ið er sett saman av bygdarlag, havi og sjónarringi. Eli dámar væl at nýta Nólsoynna, sum motiv, tí við kendum motivi kann ein loyva sær at vera villari við penslinum, og tað er neyðugt, um myndin skal hanga saman, metir Eli. Hann metir seg tó enn sum ein leitandi listarmann.
Tá talan er um krit ella blýant, er talan um meira naturalistiskar myndir.
Eli vónar, at nú børnini eisini sleppa at sýna nakrar av sýnum myndum fram, so verður hetta teimum til eggjan og stuðul, tí ikki er ofta, at so ung listafólk sýna avrik síni fram.