Eljustríð í Tinganesi

Oddagrein

Føroyar liggja í stjórnarloysi. Hetta munnu føroyingar hugsa, nú stjórnarflokkarnir eru farnir at senda miðlunum hvassorðað tíðindaskriv, har annar rópar í eyst og hin í vest. Har tað fella mong høggini. Hetta er einki nýtt, tí vit hava í eitt heilt valskeið verið vitni til eitt áhaldandi og afturvendandi stríð millum flokkarnar. Tað er ótrúligt, at samgongan hevur hildið skeiðið út. Antin hevur løgmaður eini ótrúlig evni til at lata ganga og til at síggja møguleikar ella er hann ein vingliskøltur, sum ikki torir at taka avleiðingarnar av eini óhaldbarari støðu. Vit kenna jú afturvendandi úttalilsi hansara um ?at tað man nok fara at ganga? og ?bíða nú, vit fáa at síggja?. Tað er so eisini ótrúligt, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur pakkað sekkin og er farin úr Tinganesi, tá hugsað verður um, hvussu teir ferð eftir ferð eru settir í skák mát av løgmanni. Hvør minnist ikki greiðu boðini úr London, har løgmaður kravdi at tjóðveldisformanninum, at hann tók aftur uppskot, sum Fólkaflokkurin ikki hevði havt møguleika at viðgera. Og hóast Hoyal helt fast til tað síðsta, gav hann seg kortini. Og úrslitið bleiv ein sjálvstýrissamtykt, sum í veruleikanum var ein fullkomin afturtøka frá Tjóðveldisfloksins síðu.

Tað er hetta, sum nívir fast hjá Tjóðveldisflokkinum, og tí royna teir nú at bjarga stumpunum við eitt nú í íslendskum miðlum at siga frá, at fullveldið liggur bara fýra ár frammi í tíðini ? ein beinleiðis ranging av tí sjálsvstýrissamtykt teir sjálvir lótu seg tvinga at taka undir við fyri at kunna varðveita valdið.

Tað er ikki so løgið, at løgmaður fer út og vísir aftur slíkum úttalilsum, tí er hetta ikki at undirgrava ta samtykt, sum man sjálvur hevur tikið undir við? Løgmaður gjørdi vart við júst tað sama herfyri, tá hann segði føroysku fólkatingsumboðunum frá, at tey umboðaðu á ongan hátt landsstýrið, tá tey viðgjørdu mál í fólkatinginum. Hetta var ein ávaring til serliga tjóðveldisumboðið um ikki at tengja tess støðu í Tinganesi saman við tess umboðan á fólkatingi. Løgmaður sá, at Tjóðveldisflokkurin ætlaði sær at fáa egnan vinning uppá bekostning av tess støðu í landsstýrinum. Í sjálvstýrissamtyktini hevur Tjóðveldisflokkurin góðtikið at bíða við spurninginum um fullveldistøku til 2012. Løgmaður sigur nú, at hetta kann eins væl blíva uppaftur seinni, og tað er sjálvandi eisini ein broyting. So meðan Tjóðveldisflokkurin nú í valstríðnum er farin at tosa um fýra ár til vit kunnu taka fullveldi er Fólkaflokkurin farin hin vegin til at tosa um 10 til 15 ár ella meira.

Hetta eru greiðar útmeldingar, sum tó ikki eru í samsvar við sjálvstýrissamtyktina, ið segði 2012 vera avgerandi vegamótið. Hetta vísir bert, hvussu alt flýtur í samgonguni. Einasta náttúrliga avleiðingin er at skriva út val sum skjótast.