Millum fremstu stuðlarnir hjá FSF og føroyskum fótbólti at fáa altjóða viðurkenning, og limaskap í UEFA og FIFA var íslendingurin, Ellert B. Schram, sum doyði ígjár 85 ára gamal.
Føroyavinurin, Ellert B. Schram gjørdi sítt til, at umboðini FSF fingu góð sambond við fremstu fólkini í fyrst norðurlendskum fótbólti, og síðani fremstu fólkini í evropeiskum fótbólti: Hann talaði Føroya sak, tá tað galt um at vinna FSF altjóða limaskap í FIFA og UEFA. Tað brast fyri nev í 1988, og sama árið spældi A-landslið okkara fyrsta altjóða skrásetta landsdystin móti júst Íslandi.
Uttan góðar føroyavinir sum Ellert B. Schram er ikki víst, at tað hevði borið á mál hjá okkum at gerast ein partur av altjóða fótbólti. Hann sat í stjórnini hjá evropeiska fótbóltssambandinum, UEFA, árini 1982-86 og 1990-94.
Ellert B. Schram var kendur í Íslandi, bæði sum fótbóltsleikari hjá KR og á íslendska landsliðnum. Hann vann fimm meistaraheiti og sjey steypakappingar við KR, sum hann umboðaði millum 1957 og 1971. Ellert B. Schram spældi 23 landsdystir fyri Ísland. Hann skoraði seks mál fyri Ísland. Hann var fremsti málskjúttin í søguni hjá KR, heilt fram til 2019.
Ellert B. Schram var formaður í íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, árini 1973-1989, har hann var FSF og Føroyum hollur øll árini. Ellert B. Schram var forseti í Íþróttasambands Íslands, ÍSÍ, árini 1991-2006.
Ellert B. Schram var bæði heiðursformaður í KSÍ, heiðursforseti í ÍSÍ og heiðurslimur í KR. Hann var eisini heiðraður við íslendska falkariddarakrossinum fyri mongu avrik síni, íslendsku tjóðini til frama.
Ellert B. Schram sat í Altinginum fyri Sjálfstæðisflokkin, árini 1971-1979, og árini 1983-1987. Árini 2007-2009 sat hann á tingi fyri Samfylkingina.
Ellert B. Schram tók embætisprógv í løgfrøði í 1966 á Háskóla Íslands.
Fótbóltsføroyar hava nógv at takkað Ellert B. Schram fyri. Ærað verið minnið hansara.