Ellis- og røktarheimini hittast til jólaguðstænastu í Hoyvík

Síðani Hoyvíkar kirkju varð vígd og tikin í nýtslu, hevur verið siður, at bjóða ellis- og røktarheinunum í kommununi til jólaguðstænastu. Tað verður eisni gjørt í ár.

Tíðindaskriv:

 

Hesaferð verður guðstænastan mánadagin 8. desember kl. 14. Prestarnir í Hoyvík plaga at prædika.

Børn úr Frítíðarskúlanum ganga lusiagongu, og eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið í Hoyvík ein góðan drekkamunn.

-  Sum kirkja gleðast vit um at vera ein virkin partur av samfelagnum rundan um okkum og geva tað aftur, ið vit kunnu, verður sagt úr Hoyvík.

Guðstænastum er sum sagt ætlað eldri fólki, men øll eru sjálvsagt vælkomin.