- Ukraina hevur framvegis ræðið yvir norðaru pørtunum av ukrainska býnum, Pokrovsk.
Hetta sigur ovasti leiðarin fyri ukrainska herin, Oleksandr Syrskyj.
Tað eru longu nakrir dagar síðan, at russar søgdu seg hava tikið ræðið yvir øllum Pokrovsk-býnum har eysturi í Ukraina.
Men, sambært ukrainum er hetta ikki rætt.
Ukraina vísir eisini aftur, at Russland hevur tikið ukrainska býin, Vovtsjansk í Kharkiv-regiónini umframt býin, Huljajpole í Zaporizjzja.
Russland hevur roynt at tikið býin, Pokrovsk, tað mesta av einum ári, men hetta hevur eftir øllum at døma enn ikki eydnast.











