Ellisakfarið: Fiat 127 frá 1976

Thorstein Midjord í Havn eigur ein 49 ára gamlan Fiat 127 frá 1976. Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi

 

Grein úr Sosialinum 27. juni 2025:

 

Tað var Robert Thomassen, arkitektur, sum keypti bilin úr Danmark og innflutti hann í 2012. Fyri nøkrum árum síðan keypti Thorstein Midjord bilin.

 

Hóast bilurin er næstan 50 ára gamal, er hann í góðum standi. Tórstein hevur stóran áhuga í gomlum bilum og heldur hann við líka.

 

Fyri nøkrum árum síðan var Fiat bilurin hjá Thorsteini brúktur í einum reklamuátaki hjá kenda klædnamerkinum G-Star. Myndir vóru m.a. tiknar í Saksun og skuldu brúkast til marknaðarføring í USA.

 

Thorstein er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Fiat 127 kom á marknaðin í 1971, sum avloysari fyri Fiat 850. Bilurin var sera væl móttikin og varð ársins bilur í Danmark í 1972. Eisini her hjá okkum var bilurin góð søluvøra hjá Frits Jensen á Essostøðini í Gundadali, sum umboðaði Fiat í Føroyum.

 

Tað eru helst fleiri sum minnast nakrar 127 við einum serligum grønum liti og vórðu nevndir grønertir. Hesar seldi Frits Jensen nógvar av.

 

Tá Fiat 127 kom á marknaðin 1971, bleiv hann ein kappingarneyti hjá Morris og Austin Mini. Hann var nakað størri og meira modernaður við t.d. skivubremsum framman. Eins og Mini hevði Fiat 127 tvørliggjandi motor. Eisini var viðførisrúmið dupult so stórt sum á Mini. Fiat 127 hevði 47 hk og topp-ferðin var 140 km/t.

 

Annars vórðu Fiat 127 eisini gjørdir upp á lisens aðrastaðni, og her hjá okkum koyrdu nakrir spanskir Seat 127 við fýra hurðum. Fiat 127 vórðu gjørdir fram til 1983, tá teir vórðu avloystir av Fiat Uno.

 

Sølan av Fiat bilum hevur helst ikki verið so stór tey fyrstu árini, tó koyrdu nakrir privatbilar og hýruvognar eins og fleiri fyritøkur keyptu Fiat vørubilar. Men fyrst í sjeytiárunum, tá Fiat 127 og Fiat 128 komu, tók sølan veruliga dik á seg.

 

Í 1979 sigur sølustjórin hjá Fiat í Danmark, ið var á vitjan í Føroyum, at Frits Jensen er ein av teirra bestu bilaumboðum, bæði innan sølu og tænastu samstundis sum hann er ein av teimum, ið hevur verið longst innan Fiat.

 

Frits Jensen var eisini fyrikomandi maður og dugdi væl at selja. Okkurt árið var Fiat mest seldi bilur í Føroyum, og tá Fiat Ritmo kom á marknaðin í 1979, bleiv skipað fyri stórum tiltaki í SMS og Sjónleikarahúsinum við donskum undirhaldarum.

 

Frits Jensen vitjaði javnan í Kaffivogninum á eystaru bryggju, og har seldi hann mangan bilin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

 

 

Bilurin her er ein Fiat 1100T hjá Kiosk Centrum í Havn. Myndin er tikin við Áarvegin í 1961. Centrum er í lága bygninginum beint við bilin. Eisini sæst handlin Tubbak, har sum niðari partur av Hotel Hafnia er í dag. Hesir Fiat vørubilarnir vóru vanlig sjón í býnum fyrst í 1960-unum, bæði hjá fyritøkum og hjá teimum sum koyrdu vøruvognskoyring. Mynd: Úr savninum hjá Birgari Johannessen

Fiat 1400 Berlina Fø 124 hjá Eigil Gunnarsson, sum koyrdi á bilstøðini Auto í Havn. Hesin er frá 1958 og er ein av teimum fyrstu Fiat bilunum í Føroyum. Fiat 1400 Berlina vórðu gjørdir í Italia frá 1950 til 1958. Tað var Frits Jensen á Essostøðini í Gundadali, sum umboðaði Fiat í Føroyum. Mynd: Eigil Gunnarsson

Esso støðin hjá Frits Jensen í Gundadali. Støð­in var bygd saman við oljufelagnum Esso og stóð lið­ug í 1958. Hon var sama slag sum aðrar Esso serv­ic­e­støð­ir í Danmark. Frits Jensen og konan Ella búðu í set­hús­u­num, sum vóru fastbygd í støðina.

Esso støðin í Gundadali. Frits Jensen og Henry Koba Jen­sen máta bensinnýtsluna á einum Fiat 127 í sam­bandi við eina kapping um hvør bilførari kláraði at koyra mest økonomiskt.

Nývaldu fólka­tings­menn­i­nir í 1979, Jákup Lin­d­en­skov og Pauli Ellef­sen, byrjaðu kapp­ingina hjá Fiat um­boðnum Frits Jen­sen um at koyra mest 'øko­nom­iskt'. Fyrsta umfarið vann Pauli Ell­ef­sen. Jákup Lin­d­enskov koyrdi 15 km/liturin, meðan Pauli Ellefsen koyrdi 16,34 km/liturin. Allir luttakarar í kappingini fingu eitt diplom sum prógv um luttøku.