VIDEO: Týskland vann seg í EM-finaluna

(Video) Her er ein samandráttur frá EM-hálvfinaluni

Mynd: Ritzau Scanpix

Týskland verður annað liðið í EM-finaluni í Boxen í Herning, sunnudagin klokkan 17.

 

Týskland vann í hálvfinaluni 31-28 á Kroatia. Týskarar vóru á odda 17-15 í steðginum.

 

Liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, týski málverjin, Andreas Wolff bjargaði 31 prosent av málroyndunum, og var valdur til dagsins leikara. Ein annar liðfelagi hjá Eliasi, Lukas Zerbe var toppskjútti hjá Týsklandi við seks málum. Tin Lucin var toppskjútti hjá Kroatia, somuleiðis við seks málum.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá EM-hálvfinaluni: 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix