HB hevur keypt norskan álopsspælara

Storm Bugge Pettersen hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við HB

HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við nýggjan álopsspælara.

 

Talan er um 19 ára gamla og 182 cm høga norðmannin Storm Bugge Pettersen, sum hevur skrivað undir uppá, at hann tvey tey næstu árini fer at spæla við HB.

 

Storm Bugge Petersen spældi síðst við norska felagnum Sandefjord.

 

Áður hevur hann spælt við eitt nú Eik Tønsberg.

 

Fyrr í kvøld boðaði HB frá, at samstarvið við álopsspælaran Bartal Páll Klein er hildið uppat.