Løgmálaráð letur út túsundtals myndir og video í Epstein málinum

Yvir 2000 video og 180.000 myndir í sambandi við Jeffrey Epstein

Amerikanski varaløgmálaráðharrin, Todd Blanche, hevur fríggjadagin tíðindafund í rættarmálaráðnum í Washington. D.C., har hann tosar um útgávuna av fleiri skjølum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera. - Mynd: Elizabeth Frantz

Amerikanska løgmálaráðið lat í dag út eina nýggja hóp av skjølum, sum hava við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein at gera.

 

Millum fílarnar, sum eru komnar út, eru yvir 2000 video og 180.000 myndir, segði varaløgmálráðharrin, Todd Blanche, á tíðindafundi, sambært fleiri miðlum.

 

Millum teirra eru stórar mongdir av pornografi, sum Epstein hevði á teldum og øðrum tólum.

 

Todd Blanche nevnir samlaðu nøgdina av skjølum sum skjøl við trimum milliónum síðum.

 

Hann leggur afturat, at allar myndir av kvinnum eru sløraðar - undantikið myndir av Ghislaine Maxwell, fyrrverandi unnustu og samstarvsfelaga hjá Epstein.

 

Aftur í november skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, undir eina lóg um at geva út nógv skjøl í málinum. Hann hevði áður stríðst ímóti tí í fleiri mánaðir.

 

Við útgávuni í dag hevur løgmálaráðið almannakunngjørt øll skjølini, sum koma undir ta lógina, sigur Todd Blanche.

 

Lógin loyvir, at partar kunnu strikast, slørast ella takast burturúr. Og tað er í stóran mun galdandi fyri nýggjasta hópin av skjølum, sigur varaløgmálaráðharrin eisini.

 

Hetta kemst millum annað av stúran fyri privatlívinum hjá ofrunum, og at tey ikki vilja skaða verandi kanningar, sigur hann.

 

Deildin skuldi vera liðug við uppgávuna longu í desember. Men tað gekk ikki, sigur Todd Blanche, sum sigur, at fleiri hundrað advokatar hava arbeitt í vikur við at fyrireika skjølini til útgávu.

 

Epstein-málið hevur verið ein steinur í skónum hjá Donald Trump, sum var vinur við hann aftur í 1990-árunum og byrjanina av hesi øldini.

 

Teir báðir gjørdust óvinnir fleiri ár áðrenn Epstein fyrst varð dømdur fyri kynslig brotsverk móti ungu gentum. Trump hevur noktað fyri at hava nakra vitan um brotsverkini.

 

Hann hevur eisini víst á, at hann er ørkymlaður av, at skjøl kunnu hava við sær, at fólk, sum "ósek" hittu Epstein, kunnu vera í vanda fyri, at teirra umdømi verður skatt.

 

Donald Trump er ikki einasti forsetin, sum er knýttur at Jeffrey Epstein.

 

Fyrrverandi demokratiski forsetin, Bill Clinton, er eisini nevndur í fleiri skjølum og sæst á myndum saman við kynsbrotsmanninum.

 

Ein talsmaður hjá Clinton hevur sagt, at hann hevur einki at fjala, og at løgmálaráðið eigur at almannakunngera alt, sum hevur við hann at gera.

 

 

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Amerikanski varaløgmálaráðharrin, Todd Blanche, hevur fríggjadagin tíðindafund í rættarmálaráðnum í Washington. D.C., har hann tosar um útgávuna av fleiri skjølum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera. - Mynd: Elizabeth Frantz