Elttør besta boðið

Eyðun Elttør gjørdist tann stinnasti tipparin av føroysku politikarunum, men ikki langt frammanfyri Heina O. Heinesen

TIPPING

Ì Sosialinum í gjár og á portal.fo fingu føroyskir politikarar høvið til at gita, hvat úrslitið gjørdist millum Føroyar og Týskland.
Øll vóru tey samd um, at Týskland fór at vinna, men ivamálið var bara, hvussu nógv.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, roknaði við, at týskarar at enda fóru at vera seks mál frammanfyri føroyingar. Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin, hildu bæði tvey, at Týskland fór at vinna við trimum málum móti ongum.
Formaðurin fyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkinu, Heini O. Heinesen. nevndi tvey úrslit, tá hann skuldi gita ? 1-0 og 2-1! Tá avtornaði tók hann 1-0 framum. Hann segði seg vera vísan í, at talan fór at gerast um eitt tepurt tap.
Eyðun Elttør, formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, gitti, at Føroyar fingu eitt mál, men hann var ikki í iva um, at týskarar at enda fóru at sigra. Hann gitt, at úrslitið fór at gerast 3-1 til týskararnar.
Politikararnir vórðu eisini spurdir um, hvønn týdning teir meta, at føroyska landsliðið hevur fyri Føroyar. Teir vóru allir á einum máli um, landsliðið hevur ómetaliga stóran týdning fyri marknaðarføringina av Føroyum uttanlands.
Hóast Heini O. Heinesen nevndi rætta úrslitið, so mugu vit vera strangir og bert loyva einum boði frá hvørjum luttakara, og tí fær Eyðun Elttør frá okkum heiðurin at vera besti politiski tipparin hesaferð.