EM: Týskland vann stórsigur frammanfyri metstórari áskoðarafjøld

Andreas Wolff stongdi málið í 13-málssigri hjá Týsklandi á Sveis

EM-endaspælið í manshondbólti í Týsklandi er longu søguligt.

 

Eitt heimsmet var sett í Merkur Arena í Düsseldorf, tá heili 53.000 áskoðarar vóru møttir til dystin í bólki A millum Týskland og Sveis. Gamla metið var 44.000 áskoðarar.

 

Týsku leikararnir, og tá serliga málmanslegendan, Andreas Wolff fingu ríkan íblástur av flottu rammunum, og teir vunnu stórsigur 27-14 (13-8) á Sveis.

 

Andreas Wolff hevði í málinum eitt bjargingarprosent upp á heili 59,1 prosent, og hann tók fullkomiliga pippið av sveisisku leikarunum.

 

Týskland - Sveis 27-14 (13-8)

 

Týskland : Juri Knorr 6, Julian Koster 3, Justus Fischer 3, Sebastian Heymann 2, Kai Hafner 2, Philipp Weber 2, Lukas Mertens 2, Timo Kastening 2, Jannick Kohlbacher 2, Rune Dahmke 1, Martin Hanne 1, Johannes Golla 1. 

 

Sveis : Lenny Rubin 4, Joel Willecke 2, Andre Schmid 2, Manuel Zehnder 2, Nicolas Raemy 2, Cedrie Tynowski 1, Maximilian Gerbl 1.

 

Frakland-Norðurmakedonia 39-29 (17-13)

 

Frakland: Hugo Descat 7, Dylan Nahi 6, Dika Mem 5, Elohim Prandi 4, Kentin Mahe 3, Ludovic Fabregas 3, Benoit Kounkoud 3, Melvyn Richardson 2, Nicolas Tomat 2, Nikola Karabatic 1, Luka Karabatic 1, Valentin Porte 1, Nedim Remili 1. 

 

Norðurmakedonia: Zharko Peshevski 7, Ivan Djonov 6, Milan Lazarevski 4, Filip Kuzmanovski 4, Marko Mitev 3, Filip Taleski 3, Nikola Markoski 1, Nenad Koteski 1. 

 

Týskland og Frakland hava tvey stig hvør. Norðurmakedonia og Sveis hava einki stig.

 

14. januar:

 

17.00 Sveis – Frakland.

 

19.30 Norðurmakedonia – Týskland.

 

16. januar:

 

17.00 Norðurmakedonia – Sveis.

 

19.30 Frakland – Týskland